
Veðrið í vikuni
Fyrra partin av vikuni fara vit at hava eitt kalt lot av landnyrðingi, onkra løtu norðan. Sum vikan gongur gongur ættin niður í eystan og so landsynning og so uppaftur í eystan móti endanum av vikuni.
Ikki nógvur vindur, fyri tað mesta 3 til 8 m/s – tað sum vit kalla lot til frískt lot.
Fyri tað mesta smáskýggjað loft og ælaveður við kavaavfalli.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin: Lot til frískt lot av landnyrðing, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og ælaveður við vátakava ella kava. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 5 hitastig.
Týsdagin: Lot til frískt lot av landnyrðingi og eystri, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Seinnapartin og frameftir lítið lot eystan, minni enn 5 m/s. Hitin aftur út 2 kuldastigum upp í 5 hitastig.
Mikudagin: Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, stundum klárt, men eisini løtur tað er smáskýggjað og kavaæl. Um kvøldið veksandi upp í eitt frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Eitt sindur heitari, millum frostmarkið og 6 hitastig.
Hósdagin: Um náttina og um morgunin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin gongur hann upp í eystan. Hitin millum 2 og 7 stig.
Fríggjadagin: Frískur vindur upp í ein strúk eystan, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Sum líður á dagin minkandi vindur niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og um kvøldið hækkar hann upp í landnyrðing. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 hitastig.