Lýsing
Lýsing
Lýsing
Døtrarnar hjá Karl vóru so keddar av, at tað ongantíð eydnaðist pápanum at síggja og heilsa uppá jólamannin. | Mynd: Dávur Winther

Jólatræið á Norðoyri tendrað

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  04.12.2023 - 22:39 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í kvøld kl. 18.30 varð boðið til hugnaløtu av bygdafelagnum Heimrustir, sum skipaði fyri jólaløtu í sambandi við jólatræið tendraði í kvøld.

Tað var Rannvá Langgaard, sum vegna Heimrustir bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni.

Karl H. Johansen, borgarstjóri helt røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spældi jólatónar úr ”Reyðu Bók”.

Karl hugleiddi um nógvar góðar løtur Úti á Oyri, og at tað júst í ár eru liðin 50 ár síðan, at tað rann saman millum seg og konuna, Jórun, sum er ættað av Oyri – har tey seinni eisini búsettust.

Karl kom uppí seyðahald og tað lívið, ið annars fyrifórst her úti. Tey fingu seinni tvær fittar døtrar og saman við teimum sum smágentur, var ofta nógv stákan fram undan jólum saman við teimum.

Nógv var prátað um, hvar jólamaðurin búið, tað vistu tey tó ikki rættiliga, annað enn at tað var onkrastaðni uppi í fjøllunum omanfyri bygdina.

Døtarnar tóku so synd í Karl, pápanum, tí altíð, tá ið jólamaðurin kom, varð hann tilkallaður av Politinum til onkara uppgávu. Hesum vóru tær so keddar av, at tað ongantíð eydnaðist pápanum at síggja og heilsa uppá jólamannin.

Tá ið røðan var liðug og jólatræið tendrað, spældi Hornorkestrið, Gleðilig jól, sum øll sungu við til.

 

Síðani varð boðið til ein góðan kaffimunn og jólapakkar til børnini í stásiliga barnagarðinum á Norðoyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu