Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør fekk nú nevan á .......

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur  |  05.12.2023 - 14:16 Politikkur Tíðindaskriv

Tað vóru ikki bara sjúkrarøktarfrøðingar,  sum stúrsaðu við,  tá tað frættist,  at hálønt fingu  ein lønarvøkstur uppá 12,70 % . Tað gjørdi eg og mong onnur við mær so sanniliga  eisini.

 

 

Sjúkrarøktarfrøðingar høvdu við tógvið  stríð  og strev og   7 vikurs streyku júst strítt seg til ein lønarvøkstur uppá 9,99 %.   Í krónum og oyrum fingu tey frammanundan háløntu     umleið  dupult so stóran lønarvøkstur sum sjúkrarøktarfrøðingar  uttan nakað hóvastak.

 

Langt ímillum orð og gerðir.

Áðrenn valið bleiv nógv tosað um tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum av sitandi samgongu,  men hetta  bleiv so dyggiliga gloymt eftir valið. Her var langt ímillum orð og gerðir.  Tá samgongan útvaldi  nøkur starvsøkir til  lønarlyft blivu sjúkrarøktarfrøðingarnir frávaldir, so tað stóð eftir. Størsti bólkurin á økinum við longstu útbúgvingini og størstu ábyrgdini bleiv frávaldur.

Hóast sjúkrarøktarfrøðingarnir eru so týdningarmiklir, at løgmaður sjálvur fór í løgtingið at lóggeva teir aftur til arbeiðis, so blivu teir frávaldir til løntarlyft.  Sum um tað ikki var nóg mikið, so fingu hálønt  beint aftaná sáttmálasamráðingarnar  umleið dupult so stóran lønarvøkstur í krónum og oyrum.    Landstýrið hevur við hesum so dyggiliga traðkað á allar sjúkrarøktarfrøðingar, so tað stendur eftir.

Hvat bleiv av føgru orðum  løgmans áðrenn valið um bleytu virðini og heitu hendurnar. Eftirtíðin prógvaði, at hetta einans vóru  føgur orð uttan nakað   virði í veruleikanum. Hjarta meinti ikki tað, sum muður talaði.

 

Sjúkrarøktarfrøðingar størsta lønarlyftið í Danmark.

Í Dag og Viku mánakvøldið hoyrdu vit, at danska stjørnin júst hevur givið sjúkrarøktarfrøðingum størsta Lønarlyftið uppá kr. 3.000 um mánaðan.  Stjørnin legði dent á, at hon ynskti at  geva  eitt lønarlyft, sum kundi merkjast.   Soleiðis virðismetir danska stjørnin  og setir prís uppá   tey,  sum  arbeiða skeivu  tíðirnar í heilsuverkinum.   Í Føroyum verður hetta  ikki virðismett av sitandi  landstýri.  Tað er sjón fyri søgn.  Reyða samgongan yndar at samanlíkna okkum við grannalondini,  serliga Danmark -   hvussu tey gera har í øllum møguligum  málum. Tá tað kemur til hetta málið, ger reyða samgongan løgið  nokk júst tað øvugta.

 

Eg unni háløntum   12,70 % lønarvøkstur, men sjúkrarøktarfrøðingar skuldu sjálvandi  fingið í minsta lagi  tað sama.   Samgongan má gevast við at gera mismun og velja fólk frá. Samgongan má gevast við at grava djúpari gjáir millum samfelagsbólkar. Sjúkrarøktarfrøðingar  hava als  ikki uppiborið hendan mismunin.       

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen