Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jól í Gamla Klakksvígshandlinum og ein verdug vitjan í Christianskirkjuni og Kirkjukjallaranum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.12.2023 - 17:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin er tunnilsdagur í Vága- og Norðoyatunnilinum, og í tí sambandi lata kirkjutænarnir í Christianskirkjuni dyrnar upp fyri gestum, ið vilja síggja vøkru Christianskirkjuna og forkunnugu listina hjá Edward Fuglø í Kirkjukjallarinum.

Tað kostar ikki at vitja kirkjuna, men kirkjubússan stendur frammi, til teirra ið ynskja at leggja eitt oyra. Christianskirkjan og listin í kirkjukjallarinum eru heilt serstøk og vøkur, ja so serstøk, at amerikanarar, ið vit møttu á ferðavinnuráðstevnu í Reykjavík í heyst, viðmæltu okkum at vitja framsýningina og lova, at vit aldrin gloymdu at viðmæla gestum at leggja leiðina framvið. Og um tað er vert at biðja útlendingar vitja, so má tað eisini vera vert at biðja føroyingar vitja.

Tí er kirkjan opin fyri okkum øllum, leygardagin 9. Desember frá kl 14-18, so um tú ikki hevur verið og vitja, so er hetta kanska rætta løtan. Aftaná vitjanina í kirkjuni, er upplagt at leita sær norð til gamla Klakksvígshandilinum, ið er á loftinum á Norðoya Fornminnissavnið.

Tað eru Visit Norðoy og Norðoya Fornminnisfelag ið eru farin í samstarv um hesa spennandi jólaverkætlan, saman við framsýningarsniðgevanum Johan Holm Simonsen. Í stuttum snýr tað seg um at skapa eina enduruppliving av einum handilshúsi frá trýssunum við handli, apoteki, skrivstovum, stovum, pakkhúsi og siðsøguligum aktiviteti uttandura.

Soleiðis fáa allir borgarir, eldri eins og yngri, ágóðan av einari siðsøguligari livandi framsýning, sum vekir góð minnir hjá eldra ættarliðnum, og stimbrar áhugan og týdningin av einari farnari tíð hjá yngra ættaliðnum.

Minnast tit tá vit kliptu jólaeinglar og dukkulisur út? Quality Street av gamla slagnum og reyð sodavatn frá Føroya Bjór kom á borði? Onkuntið er gott at steðga á og geva sær tíð at verða til staðar og kanska klippa út við børnum ella ommubørnum.

Gamli Klakksvígshandilin er opin leygardag og sunnudag frá kl 16-20. Vita eftir, um ikki mangt annað áhugavert er at vitja og uppliva í Klaksvík í vikuskiftinum. Kanska tað er svimjuhøllin ið lokkar, mongu góðu handlarnir ella ein góður kaffimuður og kakao Café Fríða?

Lýsing
Seinastu tíðindini
4. flokkur granskar hjartað, lungu og ný…
Gadus siglir heim
Terji tikið sæti á tingi
Hjartastart 2025
Skipið kommunur­nar í størri eindir
U19 lands­liðskapping í flogbólti í Havn…
FM Radio: Tummas og Jógvan vitja Norðlýs…
Vinnulívið netverkar í Rótini
Friður á pallinum: Fleiri atgongumerki s…
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
FM radio á Norð­lýsi­num, 21. okt 2025
Atgongumerkjasølan byrjað
Fleiri lokalir leggjast afturat KÍ-hópin…
Pelagisk rekord: Asbjørn selt fyri 46 mi…
Dansihugni byrjar aftur
Lógin heimilar ikki ætlanini at seta ALS…
Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðislønin…
Vinn atgongumerki til KÍ veitsluna
Klaksvíkar Sjúkra­hús: SAHVA flutt
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…