Lýsing
Lýsing
Lýsing

Integritetur og politikkur

SKRIVAÐ: Frimodt Rasmussen, fyrrverandi løgtingslimur  |  15.12.2023 - 22:40 Mentan Politikkur

Ímillum fyrstu og aðru viðgerð av fíggjarlógini fyri 2022, varð eitt lyfti givið til mentanarhúsið Varpið. Lyftið var, at 17 mió kr skuldu latast til mentanarhúsið. Fyri at fáa tað ígjøgnum politiskt, so varð lovað at gjalda 5 mió kr fyri 2022, 7 mió kr fyri 2023 og 5 mió kr fyri 2024. Fyri at fáa undirtøku fyri hesum, varð stuðul latin til Mentanarhúsið í Fuglafirði

 

 

Hyggja vit eftir fíggjarlógini fyri 2024, nú hon hevur verið til 2.viðgerð, kunnu vit staðfesta at lyfti til Mentanarhúsið í Fuglafirði heldur, ímeðan lyftið til Varpið er brotið.

 

Brotin lyftir – og politikkur

Ætlaði ikki at blanda meg í politik. Men tað fyrsta eg lærdi, táið eg kom á løgting var, at halda politiskar avtalur fyri ein hvønn prís.

At fíggjarmálaráðharrin ikki hevur avtalaða stuðulin í fíggjarlógini, tað skilji eg væl. Hon roynir at koma út við so positivum úrtsliti sum møguligt, og táið hon sær, at meirilutin í fíggjarnevndini eru búsitandi í Norðuroyggjum, so er hetta funnin frensur hjá henni. Limirnir í fíggjarnevndini skulu nokk koyra avtalaðu 5 mió kr uppá í millum 1. og 2. viðgerð.

Men eg kann bara staðfesta, at hetta ikki er gjørt.

At tosa um breiðar semjur og reformar, kann man gloyma alt um, um lyfti ikki verða hildin.

Vónandi verður hetta rættað áðrenn 3. viðgerð mánadagin, soleiðis at givin lyfti verða hildin.

Við ynski um eini gleðilig jól og Harrans signing.

 

Frimodt Rasmussen
Fyrrverandi løgtingslimur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…