Ársins Rósa er Randi Waag Jacobsen
Av sínum eintingum, og í tí stilla, hjálpir ársins rósa barnafamiljum, einligum foreldrum, fyritíðarpensjónistum, støkum uppihaldarum og øðrum við mati og klæðum, segði Karl Johansen borgarstjóri m.a í grundgevingum sínum tá Ársins Rósa varð handað til Randi Waag Jacobsen fyrr í kvøld
Heilt nógv fólk vóru komin saman úti í Klaksvík í kvøld, at síggja Jólaskipið við øllum lívligu jólamonnunum umborð. Jólamenninir rockaðu á pallinum og síðani handaði Karl Johansen, borgarstjóri Ársins Rósu
Vit endurgeva røðuna hjá Karl Johansen, borgarstjóra niðanfyri.
Eg haldi vit skjótt kunnu blíva samd um, at teir stuttligastu jólamennirnir koma til Klaksvíkar.
Tað er futtur í teimum.
Eg havi hoyrt onkran siga, at tað bara er í Klaksvík at jólamennirnir eru so djarvir, og duga so væl at syngja.
Halda tit eisini tað?
***
Góðu tit øll, børn og vaksin
Túsund takk fyri, at tit aftur í ár eru komin út at taka so væl ímóti jólaskipinum.
Um jóltíðir er ofta nógv at fara til, og vit kunnu kanska troyttast av øllum valmøguleikunum, men jólaskipinum troyttast vit ikki av.
Tað er sjón fyri søgn!
Tá ið vit síggja fyrstu neyðblussini á vágnni, hoyra málageipan í jólamonnunum og jólaskipið hevur lagt at kajini, ja tá kenna vit á okkum, at jólini veruliga nærkast.
Hetta er á hvørjum ári ein heilt serstøk løta.
Ja, eg veit ikki um nakað annað stað, har allur býurin fer at lýsa reytt, tá jólamennirnir koma til býin.
Tað er fantastiskt!
***
Tey flestu vita eftir hondini, at jólaskipið ikki einans kemur við jólamonnum og gávum.
Jólaskipið kemur eisini við einari rósa. Einari heilt serligari rósu.
Ársins Rósa er ein árlig viðurkenning fyri vælgerandi arbeiði í Klaksvíkar Kommunu, og endamálið við henni er at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju uttan at fáa nakað ella stórvegis afturfyri.
***
Hetta er 18 ferð, at ársins rósa verður avdúkað. Tað kundi hugsast, at tað fór at fækkast við uppskotum, sum árini ganga. Men hetta er als ikki galdandi fyri ársins rósu. Bæði privat persónar og felagsskapir vóru í uppskoti, og aftur í ár komu nógv uppskot inn.
Men tað undrar meg slett ikki, tí vit eiga so nógvar rósur í Klaksvíkar kommunu.
Tá hugsað verður um fólkatalið, so eru tað ómetaliga nógvir felagsskapir í býnum, og allir hesir verða í høvuðsheitinum riknir av fólki, sum á ein ella annan hátt ynskja at gera mun í nærumhvørvinum.
Talið á sjálvbodnum arbeiði er ikki til at meta um, og tí ímyndi eg mær at henda vakra siðvenja fer at halda fram í nógv ár afturat.
***
Endamálið við hesum tiltakinum er tikið í ljósinum av heilaga boðinum um at tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Tað kunnu vit gott siga um ársins rósu.
Av sínum eintingum, og í tí stilla, hjálpir ársins rósa barnafamiljum, einligum foreldrum, fyritíðarpensjónistum, støkum uppihaldarum og øðrum við mati og klæðum.
Hon er sera vinarlig og hjálpsom, og við sínum hjartaliga lyndi ger hon alt fyri at stuðla familjum og einstaklingum, tí ongin skal sita svangur á jólum.
Ársins rósa hevur seinastu árini sæð ein øktan tørv á at hjálpa, tí tað eru mong, sum hava tað trupult við at fáa pengarnar at strekkja til.
Ársins rósa hevur eina Facebook síðu, sum eitur 'Yvirskot til tín'.
Her kunnu fólk seta seg í samband við ársins rósu, um tey hava gávur, sum tey ynskja at geva víðari til onnur. Tað kann m.a. vera gávukort, matur ella jólapakkar.
Seinastu vikurnar hevur tað víst seg, at tað eru mong, sum hava fingið stóra gleði av hjálpini, sum verður veitt í nærumhvørvinum.
Eisini hevur tað víst seg, at tað eru nógv fólk sum vilja gera mun, og tí hava tikið lut í hesum hjálpararbeiði.
Vinnulív, handlar og privatpersónar sum heild hava á ymiskan hátt latið til endamálið.
Við hesari hjálp og hennara hjálpandi hondum hevur tað enn einaferð eydnast henni, saman við manninum, at samskipa eitt átak, sum ger stóran mun, og sum minnir okkum øll á týdningin av, at hugsa um okkara næsta.
At vera nakað fyri onnur er ongin sjálvfylgja. Vár Harra styrki okkum øll til tess, tí vit vita, at “sælari er at geva enn at fáa”.
Ársins Rósa er Randi Waag Jacobsen.
Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár