Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Guðrun Sjúrðardóttir Steinberg

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.12.2023 - 13:27 Tíðindi Veðrið

Ikki besta forsøgnin fyri hetta vikuskiftið. Í dag er veðrið heilt ok, men í morgin er nokkso keðiligt veður, og í ovurmorgin sera keðiligt veður, serliga tá ið havt verður í huga, at nógv fólk hava keypt fýrverk til at skjóta gamlaárkvøld.

Í dag er ættin norðan, vindferðin 5 til 10 m/s, í støðum upp í 13 m/s. Tað er samdrigið í erva, og okkurt ælið við vátakava ella kava er at síggja.

Høgættin liggur restina av degnum í dag, men vindurin fer at minka eitt sindur í kvøld, niður í 3 til 8 m/s. Annars fer loftið at síggja tað sama út sum nú, og okkurt kavaælið verður í støðum. Hitin í dag er ímillum frostmarkið og 4 hitastig.

Í nátt gongur hann niður í landnyrðing, og tað verður ættin allan morgin. Tað sama kann ikki sigast um vindin. Vindferðin fer at veksa úr 3 til 8 m/s á middegi upp í 10 til 15 m/s á midnátt í annaðkvøld.

So er tað skýloftið og avfallið í morgin. Um náttina og fyrrapartin samdrigið og bert okkurt ælið. Tá ið nakað er liðið á seinnapartin verða skýggini eitt sindur tyngri á at líta, og so fer at regna. Mest sunnanfyri – norðan helst bert ælaveður.

Hitin í morgin fer at veksa úr 1-2 stigum um morgunin upp í 6-7 stig um kvøldið.

So er tað sunnudagurin – seinasti dagurin í árinum. Um náttina sama veður sum seint kvøldið fyri, men fram ímóti morgni veksur vindurin upp í 13 til 18 m/s. Ættin enn landnyrðingur. Allan fyrrapartin samdrigið og regn.

Um middagin uppaftur meira vindur, 15 til 20 m/s av landnyrðingi og eystri, samdrigið og regn ella vátakavi. Út á seinnapartin minkandi vindur, men enn samdrigið og regn. Um kvøldið eru 10 til 15 m/s, samdrigið og regn.

Hitin árins seinasta dag millum 3 til 8 stig.     

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið