Fráfaringarløta fyri Finngerð Danielsen
Á Tannlæknastovuni í Skúlanum á Skúlatrøð var ein fráfaringarløta fyriskipað í sambandi við at Finngerð Danielsen, ið hevur havt tilknýtið til klinikkina á skúlanum í meira enn 45 ár. Finngerð, ið er farin um tey 70 árini, hevur nú gjørt av at fara úr føstum starvi á tannlæknastovuni.
Sjálvur borgarstjórin, Karl Johansen helt røðu á fráfaringarløtuni, røða borgarstjórans sæst á heimasíði býráðsins. Markus Hvannastein, tannlækni, ið hevur starvast saman við Finngerð, segði eisini nøkur orð. Eisini Katrin á Gravarbø helt eina røðu.
Niðanfyri prenta við røðuna hjá Markusi:
Góða Finngerð
Tá eg hugdi ígjøgnum yvirliti yvir føðingardagar á klinikkini í summar, legði eg til merkis at tú fór at blíva 70 ár 2. januar 2024. Hetta er ikki nakað, sum eg havi hugsa um til dagligt, tú ert ofta tann, sum møtir fyrst til arbeiðis og tín blíði verumáti og títt arbeiðssemi ger at gerandisdagurin gongur uttan trupulleikar.
Finngerð byrjaði í barnatannrøktini í 1978 og hevur tí verið tilknýtt klinikkini í meir enn 45 ár, officielt verður tað 45 ár í juni, tá tað eisini verða 5 ár síðani tú fekk dronningens fortjenestemedalje fyri 40 ára tænastu. Síðani Finngerð byrjaði og til nú eru nógvar broytingar farnar fram, nógv nýggj starvsfólk eru komin og farin, útgerðin skift fleiri ferð, pappírjournalarnir eru farnir á landsskjalasavnið, hátalararnir inni á skúlastovunum avskaffaðir, fluorskolingin vekk og brøvini eru skift út við sms. Finngerð hevur tó prógva at aldur er eingin forðing fyri at fylgja við útviklingini. Sjálvt um eg haldi meg duga væl við teldum,so havi eg heitt meira enn einaferð á Finngerð um hjálp við telduni at senda sms’ini avstað.
Bogi lýsti Finngerð á 35 ára starvsdegnum sum ein stillføran, stabilan og framúr dugnaligan klinikk-assistent. Hetta kann eg bara taka undir við. Sjálvt um Finngerð er stillfør, so er hon eisini sera arbeiðsom, ger so stóran ómak við at gjøgnumganga dagarnar so eingin dettur ímillum, finnur útav hví onkur ikki møtti og tekur eina hond í tá hon sær tørv á tí. Sum tannlækni fokuserar man ofta mest uppá tenninar og kvalitetin av sjálvari viðgerðini, tá er gott at hava ein sum tekur sær av menniskjanum í stólinum og syrgir fyri at tey hava tað gott og eru trygg.
Tá vit byrjaðu í 1991 at skráseta hol høvdu bara 12% av 12 ára gomlum børnum frískar tenn, í 1978 var tað enn verri, nú hava heili 71% av teimum 12 ára gomlu heilt frískar tenn og er hettar eitt satt undur, tá vit hugsa um alt góðgætið, sum verður etið nú á døgum og serliga nú á jólum. Hetta er sjálvandi tí, at børn og foreldur eru meir tilvitaði um tenn, og at børn hava fingið frálæru í at busta tenn og eiga tú Finngerð, saman við hinum á klinikkini, ein stóran part av æruni fyri at tannheilsan er batnað í Klaksvík.
Vit eru glað fyri, at vit ígjøgnum teg hava kunna hava fingið ein part av gomlu tíðini við og kunnu læra nógv av tí positiva og viðurkennandi stemninginum sum Bogi, Marjun, Malan, Lena, Katrin og tú hava haft, sum ger at børn kenna seg trygg, tá tey koma til viðgerð hjá okkum.
Vit vita at ommubørnini fylla nógv og er tað stuttligt at uppliva at tey koma forbí at vita um omma er til arbeiðis og vita vit at tú gleðir teg at fáa meir tíð saman við teimum. Vit vænta tó ikki at tú fert at keða teg tí man hevur meir enn so møtt tær til saunagos og á spaseritúrum í øllum veðri.
Sjálvt um Finngerð nú er blivin 70 ár, hevur hon lovað at forseta sum avloysari og tað eru vit sera fegin um. Eg havi longu spurt hana um hjálp nú í næstu viku, nú hondbóltsfeburin er í luftini og fleiri skulu niður at hyggja eftir hondbóltslandsliðnum og tað játtaði hon beinanveg.
Vit á Klinikkini ynskja at geva tær eina gávu og takka fyri nógvar góðar løtur og vóna eisini góðar løtur saman við tær í 2024.