Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Wilhelm Gunnarsson

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.01.2024 - 17:45 Tíðindi Veðrið

Vit fara at hava nokkso keðiligt veður í vikuni, sum stendur fyri framman. Lágtrýstini eru djúp fyri tíðina. Tey taka seg upp yvir Canada og taka eina leið eystureftir yvir Suðurgrønland og so longur eystureftir, beint norðan fyri Føroyar.

Hetta er í stuttum mynstrið fyri tíðina, tað sær út til at halda sær alla vikuna, sum stendur fyri framman. Mynstrini halda sær viðhvørt nokkso leingi, so tað er einki óvanligt í tí, men hesaferð eru tey djúp við nógvum vindi rundanum.

At lágtrýstini fara eystureftir beint norðan fyri Føroyar hevur tað við sær, at vit fáa vind av ættunum millum sunnan og vestan. Vindferðin er eitt sindur skiftandi við løtum við nógvum vindi, men eisini nakað minni viðhvørt.

Í dag hevur verið illveður við nógvum vindi – stormur í miðalvindi av útsynningi suðuri. Í kvøld støkkur hann upp í vestan, og vindurin fer at minka eitt sindur eina løtu, men í nátt og fyrrapartin í morgin fer vindurin framvegis at vera nógvur – um 15 til 20 m/s av útstynningi – saman við nógvum avfalli, bæði regni og vátakava.

Seinnapartin mánadagin og fram til á middegi týsdagin eru 10 til 15 m/s av útsynningi og ælaveður við regni, helst ikki við vátakava. Restina av týsdegnum 8 til 13 m/s og nokkso nógv regn.

Mikumorgunin veksur vindurin aftur av vestri – upp í 15 til 20 m/s, í løtum 18 til 23 m/s – og tað verður tað fyri dagin – saman við nógvum avfalli, bæði regni og vátakava ella kava. Hósnáttina er minkandi vindur og allan hósdagin við. Um kvøldið eru 3 til 8 m/s av suðuri. Allan hósdagin ælaveður við regni.  

Fríggjanáttina veksur vindurin aftur, so allan fríggjadagin eru 13 til 18 m/s av útsynningi við ælaveðri ella regni.

Alt komandi vikuskifti fer tað eisini at vera keðiligt veður við nógvum vindi, men tað er kanska best at lata tað liggja, tí tað er so mikið langt frammi, og óvissan er so stór.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…
Hvat við at byrja hetta vikuskiftið við…