Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein, fyri at brúka hansara egnu orð, sterkt skuffaður formaður í Óðalsfelagnum gevur sína misnøgd til kennar á røttum stað | Mynd: kvf.fo

Ein stórsigur fyri ferðavinnuna, men ikki fyri Føroyar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.01.2024 - 16:08 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Uppskotið um “burðardygga ferðavinnu” setir av sonnum føroyska landbúnaðin og náttúruna til viks og leggur seg skerflatt fyri útlendskum turistum. Rættindini at skerja møguleikarnar hjá ferðafólki at ferðast frítt á annan mans ogn verða skorin inn á bein, og hóast lógaruppskotið sigur, at tey lokalu framvegis skulu takast upp á ráð, so er tað Landsstýrið, sum skal gera standardavtalur, góðtaka skilhaldsreglur og so framvegis.  

 

 

“Tit skulu taka ímóti turistum, hvat tit vilja tað ella ei!”

Uppskotið sigur í §5, at “handilslig ferðavinna bara útinnast í samráð við eigara ella brúkara”, men í stk. 2: “Ásetingin í stk. 1 gevur ikki eigara ella brúkara heimild at nokta fyri virksemi eftir stk. 1, sbr. tó § 12, stk. 3”, men eigari ella brúkari kann krevja, at standardavtala eftir stk. 3 er gjørd frammanundan. Stk. 3 sigur, at “Landsstýrismaðurin ger standardavtalu, sum er galdandi fyri virksemi eftir stk. 1”.

Hendan greinin sigur altso, at ein standardavtala verður orðað sentralt, t.v.s. av Landsstýrinum, sum bóndin á staðnum skal fylgja, og at hann ikki longur hevur loyvi at nokta turistum atgongd til sína jørð. At tað skal vera “í samráð við eigara ella brúkara” gerst tí bara eitt eiti. Hann hevur ikki loyvi til at siga nei, og Landsstýrið hevur gjørt avtaluna fyri hann.

 

Turisturin kemur í fyrstu røð

Í §12, sum víst verður til omanfyri, stendur, at lokali, føroyski bóndin ikki hevur heimild “at forða fyri lógligari atgongd ella gera tað trupult hjá fólki at útinna síni rættindi”, at hann ikki hevur loyvi at seta skelti upp við forboði at ganga á síni jørð, og at hann einans kann avmarka, ikki nokta, ferðavinnu á síni jørð, tá talan er um haruskjóting ella fjallgongu. Tað vil siga, at sjálvt tá farið verður á fjall ella at skjóta harur, hava turistar og ferðavinnan atgongd til hansara jørð; tá bert í nakað meira avmarkaðum líki enn vant. Í viðmerkingunum til somu paragraff stendur nevniliga, at “rætturin hjá fólki [les: turistum, blaðm.] eftir lógaruppskotinum skal verða skerdur sum minst”.

 

Lokala sjálvræðið ein táta

Tað verður nevnt fleiri ferðir, at kommunur og føroyskir bøndur á staðnum fara at varðveita eitt ávíst sjálvræði at skipa síni egnu viðurskifti, men um man hyggur í lógaruppskotið sjálvt, so liggur veruliga valdið hjá sentralstjórnini í Havn. Bæði sum omanfyri nevnt við standardavtaluni, men tað ber ikki so frægt sum at gera lokalar skilhaldsreglur uttan góðkenning úr Havn. Í §9, stk. 3 stendur, at “Landsstýrismaðurin skal góðkenna skilhaldsreglurnar og lýsa tær í kunngerð”.

 

Samanumtikið

Sum heild er tað væl skiljandi, hví føroyskir óðalsmenn reagera, sum teir gera. Um teir høvdu væntað, at Landsstýrið fór at gera eitt kompromis millum áhugamálini hjá ferðavinnuni og áhugamálini hjá føroyska landbúnaðinum, mugu teir í dag kenna seg sera vónbrotnar. Landsstýrið gevur ferðavinnuni og ferðafólki sera víðar karmar at hóreiggja sær á teirra jørð, og teir skulu bara makka rætt. Afturfyri mugu teir nøjast við ein fjórðing av avlátinum (eisini sentralt ásett) fyri, at turistarnir sleppa at traðka føroysku náttúruna undir fótum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival