Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Kári Lamhauge, Regin Tausen Poulsen, Páll Brim Joensen, Anita Joensen, Maribel Borabo Viray, Aumara Sørensen, Linda Fredriksberg - og lærari, Hilda S. Kjølbro ) | Mynd: Dávur Winther

Jarðkneysasúpan og smyrjibreyð frá Matvørudeildini á TSK

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  01.02.2024 - 17:04 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í hesum døgum eru næmingar á Matvørudeildini á Tekniska Skúla í tí partinum av tilgongdini, sum eitur skúlapraktikk. Norðlýsið hevur í hesum sambandi tosað við Hildu Kjølbro, ið saman við øðrum undirvísir matvørunæmingunum.

- ”At næmingarnir eru í skúlapraktikk merkir, at teir royna seg praktiskt við matgerð í 10 vikur, og tað er skipað soleiðis, at í 5 vikur verða ymisk klientell boðin her á skúlan at smakka, og í aðrar 5 vikur fara næmingarnir út á til dømis matstovur og kantinur, til dømis á sjúkrahúsinum ella ellisheimum at gera mat. Í dag hava eitt nú pensjónistar verið til smyrjibreyð og suppu her á skúlanum, og í farnu viku høvdu vit børn á vitjan, ið somuleiðis fingu góðan mat frá næmingunum.

Á Matvørudeildini gera næmingarnir matin heilt frá grundini av. Sum dømi kann nevnast, at í dag vóru 3 sløg av smyrjibreyði, har næmingarnir sjálvir bakaðu breyðið, tilgjørdu tað við ávikavist roastbeef, flaki og eggjum, og so pyntaðu teir eisini matin. Eisini remouladan, mayonnaisan og syltaðu agurkirnar vórðu gjørd frá botni av. Eisini borðreiddu næmingarnir við súpan, ið æt nakað so forkunnugt sum jarðkneysasúpan. Hon fekk stak góð ummæli, og flûtes’ini afturvið høvdu næmingarnir eisini bakað sjálvir, so teir vóru nýbakaðir.”

Og sum um tað ikki var nokk, so høvdu næmingarnir eisini gjørt føstalávintsbollar, ið hóska stak væl til árstíðina, og í aðru viku verður fult fokus á kokkagerningin, tí tá fara næmingarnir nevniliga at bjóða 3-rættaðar matskráir.

Matvørudeildin er skipað soleiðis, at har eru tvær leiðir, næmingarnir kunnu fara. Næmingar verða tiknir inn í august, upp til 24 hvørja ferð, og tann fyrsta tíðin er at meta sum eitt grundskeið, har allir næmingarnir læra grundleggjandi viðurskifti um matgerð saman. Hetta grundskeiðið er bæði eitt kokkaskeið, sum Andras S. Jacobsen, lærari, undirvísir í, og so hava næmingarnir eisini ástøði innan føðslu, føðsluástøði, ið snýr seg um heilsugóðan kost.

Eftir at fyrsta skúlaskeiðið er av í januar, so kemur hendan skúlapraktikkin, sum er í hesum døgum, og síðani fara næmingarnir í tvíningar, har kokkarnir fara fyri seg og føðsluatstøðingarnir fyri seg. Summir næmingar hava longu lærupláss, aðrir ikki, og tað er eitt sindur ymiskt, nær tey ganga í skúla. Læruplássið avger tað fyri sínar lærlingar, meðan skúlin avger tað fyri tey, sum ikki hava lærupláss.

- ”At Matvørudeildin er fyri øll sæst av víða aldursspenninum. Yngsti næmingurin er 16-ára gamal, og tann elsti er 52. Tað er eisini sera ymiskt við royndum frammanundan. Summir næmingar hava heilt nógvar royndir innanfyri bæði kokkayrkið og føðsluøkið, meðan aðrir næmingar hava ikki kókað eitt egg áður. So fortreytirnar eru heilt øgiliga ymiskar, tá tey byrja. Men kynsbýtið er javnt”, sigur Hilda Kjølbro at enda.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar