Lýsing
Lýsing
Lýsing

Portrið í Saksun er tikið niður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2024 - 16:26 Politikkur Tíðindi Vinna

André Kruse, festari, hevur tikið gjaldsportrið í Saksun niður

 

Beinleiðis orsøkin er, at hann ikki vil lata gjaldsportrið blíva eitt jarnbrot hjá politisku myndugleikunum og Visit Faroe Islands til at lóggeva hópferðavinnu til Føroya.

Uppskotið hjá landsstýrinum um eina sokallaða “burðadygga ferðavinnu”, javnsetir ferðafólk við føroyingar, og gevur teimum loyvi til at ganga allastaðni fyri eitt gjald á 150 kr. Umberingin hjá landsstýrinum fyri at leggja alt landið víðopið fyri ferðafólkum er, at tey ikki vilja hava gjaldsportur. Í staðin verður alt landið lagt opið, og uppgávan at stýra ferðavinnuni tveitt út á kommunurnar.

Men portrið í Saksun skal ikki longur verða ein umbering fyri slíkan politikk.

Gjaldsportrið varð annars sett upp fyri nøkrum árum síðani, fyri at tálma tí nógvu ferðsluna út á Sand og út á Lógv, soleiðis at hetta vakra náttúruøkið ikki bleiv niðurtraðkað av tí nógvu óskipaðu ferðsluni av ferðafólki og vinnuligu rovdriftini eftir økinum.

Talan var tí ikki um nakra pengamaskinu, sum nøkur hava viljað gjørt hetta til, og tað at portrið hevur verið óvirki nú í meir enn eitt ár er prógv uppá tað.

Portrið verður nú sum áður eitt vanligt hagaportur og uppgávan at verja økið er latin mynduleikunum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -
Hetta er venjaratoymið hjá KÍ í 2025
Hvørja støðu velja vit at taka?
Mjølnir - KÍF kl. 16.00
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Kom og Spæl Føroyskt
Føroyar mugu fáa størri sjálvræði
Ein góður túrur á floti í gjár
Ósemju­nevnd til hvat?