Lýsing
Lýsing
Lýsing
Archibald Black | Mynd: Dávur Winther

Uppskotið miðsavnar ræðið í Tórshavn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.02.2024 - 11:00 Mentan Tíðindi Vinna

Uppskotið hjá landsstýrismanninum er stutt og greitt at miðsavna alt ræðið hjá føroysku bóndunum og jarðaeigarunum í Tórshavn og soleiðis taka rættindini frá teimum, sigur Archibald Black, bóndi á Myrkjanoyri við Norðlýsið

 

Archibald Black, bóndi á Myrkjanoyri (Biskupstøðgarðurin), heldur lítið um uppskotið hjá landsstýrismanninum um  “burðardygga ferðavinnu”.  Fyri tað fyrsta heldur hann, at tað er løgið, at eingin, ið hevur við landbúnað at gera, hevur verið við í arbeiðnum at snikka uppskotið saman.

Tað eru jú tey, ið fáast við landbúna, sum hava mest vitan og royndir á hesum øki. Uppskotið hjá landsstýrismanninum er stutt og greitt at miðsavna alt ræðið hjá føroysku bóndunum og jarðaeigarunum í Tórshavn og soleiðis taka rættindini frá teimum, sigur Archibald Black. 

 

Lokalar loysnir

Í Norðoyggjum kundi hetta verið loyst við, at eingin fór í fjøllini uttan fyrst at boða Kunningarstovuni frá. Greitt eigur at vera frá, hvar tú ætlar tær, og Kunningarstovan fær telefonnummarið. Hetta í samband við trygd og leiting. Bóndir og jarðareigarar kunnu á henda hátt boða Kunningarstovuni frá, hvar tú ikki kanst ganga, um menn eru á fjalli, greiður Archibald frá. 

 

Ikki merkt nógv til órógv

Trupulleikar hava annars ikki verið á Myrkjanoyri viðvíkjandi gongd í haganum. Flest fólk hava boðað frá, og einki órógv hevur verið í samband við fjallgongu ella annað. Hetta tí, at lógin jú er púra greið og hevur altíð verið vird av flestu føroyingum! Tó má nevnast, at síðani ferðavinnan tók dik á seg, hava útlendingar og ferðaløg ikki altíð boðað frá, og hevur hetta í ávísan mun órógvað fjallgongur. Onkuntíð hava heili trý ferðaløg verið í haganum, meðan fjallgonga er. Tá hevur verið neyðugt at avlýsa, tí fjallgongan varð órógvað. Hesi hava tá noktað at steðga við túrinum, tí tey hava hildið seg havt rætt til túrin og eru ikki kunnaði um annað!, sigur Archibald. 

 

Hvat inntøkum viðvíkur, er bert tikið gjald fyri skipaðar túrar eftir avtalu. Tá er frágreiðing, okkurt til matna og vitjan í smáttuni (Dreymsóljuni) íroknað. Økið kann ikki samanberast við tey mest vitjaðu økini, sum t.d. Trøllanes. Gøtan til Árnafjarðar og norðaru bygdirnar gongur gjøgnum hagan, og hevur hetta verið farleiðin, áðrenn vegasamband og tunlar komu fyrst í 1960’unum. Tað er ongantíð noktað fólki at ganga hesa farleið, sigur Archibald Black við Norðlýsið at enda

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran