Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Vøkstur á 67 % á akademinum hjá KÍ í tvey ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.02.2024 - 09:30 Ítrottur Tíðindi

(Brot úr Norðlýsinum) Samrøða við akademistjóran Jonas N. Nielsen.

Frá 300 til 500 leikarar síðani 2021

Akademiið hjá KÍ hevur havt ein stóran vøkstur av leikarum síðani 2021, sigur Jonas N. Nielsen, ið er akademistjóri.

- Vit eru farnir frá 300 leikarum í 2021 til 500 leikarar í 2023. Tað er upp til U17 í báðum kynum. Tað er serliga hjá yngru árgangunum, at tað hevur verið stórur vøkstur. Í ár hava vit t.d. havt tvey U15-lið. Málið er kanska at fáa trý lið, tí tá fær man givið teimum bestu avbjóðingar og man fær eisini havt lið, har leikarar eru við vegna ein góðan felagsskap.

- Málið er at 75 % av teimum sum verða fødd í hvørjum árgangi skulu spæla við KÍ. Í 2023 liggja vit á áleið 63 %. Hetta eru sera høg tøl, tí á hesum øki er føroyskur fótbóltur í serstøðu, tí vit hava so sterka fótbóltsmentan í Føroyumn og Klaksvík. Í Klaksvík liggur vøllurin mitt í býnum og vit hava góðar fortreytir til at røkka høgum málum.

- Í 2023 høvdu vit 110 leikarar í báðum kynum, sum spældu fótbólt áðrenn teir blivu 6 ár. Tað hevur stóran týdning, tá tá hesir leikarar eru í barnagarði, so tiltrekkja teir aðrar leikarar við sær. Ger man ikki eitt miðvíst arbeiði har, so verður tað tilvildarligt, um børnini byrja at spæla fótbólt, hondbólt, kappróður ella hvat tað skuldi verið. Men tað er eisini gott, at leikarar íðka fleiri ítróttargreinar og har hava vit gott samstarv, so leikararnir spæla sama dag fótbólt um summarið og hondbólt um veturin. Á tann hátt eru teir í gongd við ítrótt alt árið. Vit ynskja, at leikararnir íðka fleiri ítróttagreinar líka fram til teir koma upp til áleið U15. Tá økist venjingarmongdin so nógv, at tað kann verða neyðugt at velja. Fótbóltur og hondbóltur hevur nógv av somu rørslum, men leikarar sum fara til badminton ella fimleik t.d. fáa nakrar heilt aðrar kropsligar førleikar og tað gevur teimum ein fyrimun í fótbólti, sigur Jonas N. Nielsen at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!