Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Guðrun Sjúrðardóttir Steinberg

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  11.02.2024 - 20:37 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum stundar til, fer eitt lágtrýst at liggja beint vestan fyri Føroyar. Luftrákið fer yvirhøvur at vera av landsynningi ella av ymsum ættum.

Í miðvikuni fer tað eystureftir, og so kemur eitt hátrýst vestaneftir, sum fer at leggja seg yvir leiðirnar kring okkum. Í hátrýstveðri er vanliga lítil vindur og lítið avfall, og tað kunnu vit eisini rokna við hesa vikuna.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag:

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og ælaveður. Fyrra partin lækkar hann niður í sunnan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Seinnapartin og frameftir er eitt lítið lot sunnan, skiftandi skýloft og ælaveður við regni ella vátakava, Hitin 2 til 7 stig.  

Týsdag:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og ælaveður við regni ella vátakava. Um kvøldið lotmtil frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Mikudag:

Lot til frískt lot av útnyrðingi og norði, 3 til 8 m/s, í støðum upp í frískan vind, 10 m/s, smáskýggjað og ælaveður við regni ella vátakava. Hitin 1 til 5 stig.

Hósdag:

Lítið lot av norði niður í eystan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Fríggjadag:

Lítið lot millum eystan og sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…