Lýsing
Lýsing
Lýsing

Búnaðarstevnan 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.02.2024 - 21:58 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Leygardagin tann 17. februar, verður Varpið í Klaksvík karmur fyri ta níggjundu Búnaðarstevnuna. Higartil hava verið fyriskipaðar átta búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020, februar 2022 og februar 2023.

 

 

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað og tað er Gamla Seglhúsið sum fyriskipar stevnuna.

Skráin í ár fer í høvuðsheitinum at takað støði í einum landbúnaðarpolitikki fyri Føroyar tí samgonguskjalið umfatar nevniliga hesa grein:

 

Landbúnaður

Orðaður verður ein landbúnaðarpolitikkur við ítøkiligum málum, har dentur verður lagdur á at menna føroyskar landbúnaðarvørur. Ferð verður sett á føroyska framleiðslu, og vit skulu gerast meira sjálvbjargin við fleiri landbúnaðarvørum. Ítøkilig mál verða sett fyri størri framleiðslu av grønmeti, kjøti, mjólkarvøru og stráfóðri. Verandi stuðulsskipanir verða knýttar at settu málunum. Í lendisætlanini fyri Føroyar verður tryggjað, at besta landbúnaðarjørðin ikki verður nýtt til onnur endamál.

Samgonguskjalið sigur eisini at ein Lendisætlan skal gerast og tá ið tað í fleiri førum eru samanrenningar millum vinnur og áhugamál, er tað umráðandi at fáa skipaði viðurskiftir og karmar.

Búnaðarstevnan hevur eisini bjóða Jóhannes Sveinbjørnsson úr Íslandi, til at greiða nærri frá um landbúnaðarviðurskiftir í Íslandi. Eisini kemur Bernt Skarstad úr Noregi at greiða nærri frá um viðurskiftir í Noregi, soleiðis at tað er nærlagt og viðkomandi at fáa íblástur og kunning frá okkara grannalondum tá ið man nú er gongd við at orða ein landbúnaðarpolitik.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er eisini við framløgum um djóravælferð og løggilding av slátri umframt at fokus verður sett á matvøruframleiðlsu, burðardygt og fólkaheilsu.

Lagt verður upp til ein spennandi og vónandi gevandi dag og sæst øll skráin sæst her:

 

Fundarstjóri: Kári Thorsteinsson
 
10:00:               Skráseting

10:30:               Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna

10:40:               Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
                          Landbúnaðarpolitikkur fyri Føroyar

11:10                Tróndur G. Leivsson, stjóri – Búnaðarstovan
                          Landbúnaðarpolitikkur – viðurskifti, sum eru frammi í okkara grannalondum nú viðvíkjandi framtíðar landbúnaðarpolitikki.

11:30                Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi - Búnaðarstovan
                          Royndir og stuðulsmøguleikar
 
11:45                Andrass Holm Arge, landsjarðarráðgevi – Búnaðarstovan
                          Týðandi lóggávuevnir á landbúnaðarøkinum
                          Spurningurin um sølu av lendi (landsjørð og óðalsjørð) til útbyggingarendamál av ymsum slagi.
 
12:00                Miðmálið
 
13:00                Jóhannes Sveinbjørnsson (Ísland)
                          Seyðahald, landbúnaður og landbúnaðarpolitikkur í Íslandi
 
13:20                Bernt Skarstad (Noregi)
                          Seyðahald, landbúnaður og landbúnaðarpolitikkur í Noregi
                         
13:40                Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya
                          Hvussu flyta vit okkum til at hava betri og munagott handilssligt grundarlag fyri landbúnaðin í Føroyum
 
14:00                Heilsufrøðiliga Starvsstovan
                          Gunnvá Niclasen, Embætisdjóralækni Veterinerdeildin
                          Frá djóravernd til djóravælferð- við serligum atliti til neyt og seyð

                          Elspa Petersen, Embætisdjóralækni Matvørudeildin
                          Løggilt sláturvirki, leiðin fram

14:30                Gutti Winther, verkætlan
                          “Hvørjum skulu vit livað av? Kann matur loysa komandi samfelagsavbjóðingar? Frágreiðing um nýggja verkætlan um matmentan.”
  
14:50                Heidi Holm, verkætlanarleiðari
                          Landbúnaðarferðavinna - Verkætlanarsamstarv millum Búnaðargrunnin og Visit Faroe Islands
                          “Hví vit hyggja at landbúnaðarferðavinnu sum ein møguleiki hjá framleiðarum, høvðusúrslit frá kanningini og so um hvat vit arbeiða fram ímóti í 2024.”   
 
15:10                Jákup Sørensen og Ernst S. Olsen, NORA
                          "Stuðulsmøguleikar til samstarvsverkætlanir í NORA-økinum" 

15:25                Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin. Matfrø(ð)i:
                          Verkstovurøð og undirvísingartilfar um staðbundnar matvørur.
 
15:40                Framløgur liðnar – kaffi vm.

 
16:00:               Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.
 
Evni er:

​Landbúnaðar politikkur fyri Føroyar.

Hvussu seta vit ferð á menning av landbúnaðinum í Føroyum, sum umfatar:

- mjólkaframleiðsu og úrdráttir úr mjólk,
- kjøtframleiðslu sum umfatar neyt, seyð vm.,
- grøntmetisframleiðslu, vakstrarhús,
- matvørutrygd, matvøruvitan,
- velting, taðing - her hugsa um avgassaði tøð, stráfóðurgrundarlag
- burðardygga orku,
- marknaðarføring vm., heimamarknaður
- landbúnaðarferðavinna,
- hvussu raðfesta vit fyri at røkka málinum skjótt.
 
Fundarstjóri og orðstýrari:      Jón Brian Hvidtfeldt

Høgni Hoydal, Landsstýrismaður
Jens Ivan í Gerðinum, Landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni
Sigert Patursson, Bóndafelag Føroya
Gutti Winther, verkætlanarleiðari
Heidi Holm, verkætlanarleiðari
Snorri Patursson, Fólkaheilsustýri
 
18:00 Liðugt

Neyðugt er við tilmelding og kann hetta fara fram umvegis fylgjandi leinkju:

https://www.bunadarstevna.fo/tilmelding.html

ella

https://seglhus.atgongumerki.fo/webshop/event/1913323/order/info

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…