Lýsing
Lýsing
Lýsing

Danskur fornfrøðingur stóð endaligu royndina

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.02.2024 - 09:01 Tíðindaskriv

Leygardagin stóð danin Mads Bloch Kristiansen endaligu royndina, í samband við útbúgving sína innan slangukaving

 

 

Mads lesur fornfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur ætlanir at arbeiða innan fornfrøði í sjónum, tá hann er liðugur at lesa. Hetta er orsøkin hann er komin til Føroya, at uppstiga sína kavaraútbúgving.

Á myndini síggja vit Mads fyrireika seg til eitt kav, niður við Norðhavnini í Ánunum.

Danskir mynduleikar hava, í hesum døgum, stóran áhuga í fornlutum ið eru at finna útfyri donsku strendurnar. Serliga hava ætlanirnar, um bygging av fleiri ovurstórum vindmyllulundum, á sjónum, skunda undir áhugan og tørvin á skikkaðum donskum fornfrøðingum, ið hava hóskandi útbúgving og førleikar at arbeiða í sjónum. Ein sera víðfevnd fornfrøðilig verkætlan fer av bakkastokki, útfyri Århus, seinni í ár.

Talan er um eina verkætlan, ið hevur fingið játta nærum 100 milliónir krónir og kemur helst at taka nøkur ár at avgreiða. Fornfrøðingurin Peter Moe Astrup frá Moesgaard Museum, skal standa á odda fyri hesari verkætlan. Vit kunnu nevna, at Peter Moe Astrup eins og Mads, eisini hevur uppstiga kavaraútbúgving sína í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París