Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ítrótturin heiðraður í Varpinum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  28.02.2024 - 15:24 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Týskvøldið bjóðaði Klaksvíkar kommuna øllum ítróttarfeløgum í kommununi til hátíðarhald í Varpinum. Endamálið við tiltakinum var at heiðra ítróttinum og sjálvbodna arbeiðinum, sum hvønn dag verður gjørt í feløgunum.

 

Á leið 200 fólk úr 16 ymiskum feløgum vóru møtt til tiltakið. Á skránni vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, Jóhonnu Christiansen, forkvinnu í mentanarnevndini, og eisini var ein gestarøða frá Peturi Mittún, aðalskrivara í ÍSF.  Harafturat vórðu eisini tvær samrøður vístar á stórskermi. Samrøðurnar vóru við Maju og Danny, sum eru nevndarlimir og venjarar í Svimjifelagnum Ægir, og við Fróða og Sonju, sum eru ávikavist næstformaður og forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag. Sum nakað heilt serligt vórðu eisini fimm heiðurslønir lætnar.

Jóhanna Christiansen segði m.a. í røðu síni, at hóast øll feløgini gera eitt megnar arbeiði, og tað kann vera trupult at velja nakran fram um onnur, so varð kortini valt at “markera” nøkur avrik, sum mynda ítróttarárið 2023 á ein serligan hátt. Í ár vóru avrikini vald millum: sjálvbodna arbeiði, góðan felagsskap, samstarv, áræði og úrslit. Øll feløg, sum vórðu heiðraði, fingu ein kekk á 10.000 kr.

Harafturat varð ein gávukurv latin til eina kvinnu, sum á ein serligan hátt hevur virkað sjálvboðin í fleiri feløgum í fleiri ár. Tað var Vivi Olsen, sum fekk henda serliga heiður. Um Vivi bleiv sagt, at hon rennur bæði í bláum, reyðum og uttan iva eisini øðrum litum. Altíð klár við eini hjálpandi hond, líka mikið um tað er fyri Klaksvíkar Fimleikafelag, KÍ, Stjørnuna ella onnur.

Til seinast spældi ungi klaksvíksbólkurin Adrenalin nøkur løg, og setti tað eitt gott punktum fyri eitt frálíka gott og hugnaligt kvøld. Ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak, har víst verður á týdningin og stóra virðið í tí sjálvbodna arbeiðnum innan ítróttin í kommununi.

 

Feløgini, sum fingið heiðursløn í ár, vóru:

  • Klaksvíkar Fimleikafelag
  • Team Klaksvík og Stjørnan
  • Klaksvíkar Róðrarfelag
  • KÍ – Klaksvíkar ítróttarfelag
Lýsing
Seinastu tíðindini
Evald Johannesen farin
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026