Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jákup Ósá

Hálvur klaksvíkingur søkti KÍ

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.03.2024 - 20:42 Ítrottur Tíðindi

KÍ var við yvirlutan á nógvum, men HB-arnir vóru skarpari, gjørdi færri avgerandi mistøk og revsaðu mistøkini hjá KÍ.

KÍ var stórfavorittur til stórsteypadystin móti HB. Eisini hóast KÍ var skert í miðverjuni, tí HB, ið hevur smalri hóp enn KÍ, manglaði eins nógvar ella fleiri leikarar enn KÍ.

KÍ sat eisini á tí mesta allan fyrra hálvleik, men langt var millum góðu málmøguleikarnir. 0-0 var í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki legði Páll A. Klettskarð KÍ á odda eftir gott innlegg frá Jóannes K. Danielsen. Men HB svaraði skjótt aftur, tá bólturin kom í armin á Pæturi Petersen. Brotssparkið skoraði Áki Samuelsen uppá. Løtu seinni kom dagsins vakrasta mál, tá Ási P. Dam vann bóltin av Árna Frederiksberg. Hann rak eitt sindur og sendi so eitt langskot upp í málhornið hjá HB. Og løtu seinni kom ungi David Reynheim, ið er hálvur klaksvíkingur, ímillum eina afturlegging frá René S. Joensen og so var 3-1. Árni Frederiksberg minkaði um munin við einum innleggi, sum endaði í málinum. Og hóast KÍ trýsti og spældi 11 móti 10 síðstu 20 minuttirnar, so eydnaðist ikki at skora.

KÍ spældi í eini 4-2-3-1 leikskipan, har miðverjan var mannað av Jákupi B. Andreasen og René S. Joensen, meðan Dan í Soylu og Claes Kronberg vóru á sentrala miðvøllinum. Málmansplássið hevur Ari í H. Petersen fyribils vunnið sær, tí hann spældi allan dystin. KÍ hevur framvegis nógv at arbeiða við, tí flestu dystirnar eru nógv mál farin ígjøgnum í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið