Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Rúni Thomsen, Hvalba

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  08.03.2024 - 14:00 Tíðindi Veðrið

Hann hevur ligið av landsynningi stóran part av vikuni. Vit hava ligið millum eitt hátrýst í Noregi og eitt lágtrýst millum Ísland og Grønland. Hátrýstið yvir Noreg er farið eitt sindur norðureftir, og tí fer ættin her í Føroyum upp í eystan.

Luftin, sum rekur ímóti okkum, hevur sín uppruna eitt sindur norðan fyri Føroyar, og tí er hon eitt sindur kølin. Einki brúgvalag við regni er væntandi í vikuskiftinum, men vit kunnu tó vænta okkum okkurt ælið kortini.

Byrjandi við veðrinum í dag, so er eitt lot, um 3 til 8 m/s, av landsynningi eystri. Loftið er samdrigið, og okkurt ælið er. Hitin liggur um 6-7 stig, og fer væntandi ikki nógv longur upp í dag. Í nátt fer hitin niður í 3-4 stig.

Ikki nógv broyting frá hesum veðri í dag – tó veksurin vindurin upp í 5 til 10 m/s í kvøld, og ættin fer upp í eystan.  

Í morgin fer hann at liggja av eystri allan dagin, og vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s. Loftið hálv- ella smáskýggjað, og vit kunnu vænta okkurt ælið. Hitin í morgin upp í 7 stig; um náttina niður í 3 stig.  

Sunnudagin mestsum sama veður sum í morgin. Um kvøldið tó eitt sindur minni vindur.   

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Munandi betrað landafrøði­lig umboðan
Óvissan um tjóðarsemjuna opnar fyri Nýgg…
Samgonguskjalið undirskrivað
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…