Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eyðun Mørkøre

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.03.2024 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum kemur, fara lágtrýstini at ferðast eystureftir tvørtur um Føroyar. Okkurt fer norðureftir beint vestanfyri, annað fer beint tvørturum og okkurt fer framvið sunnanfyri.

Tey flestu av teimum er ikki djúp og hava ikki illveður við sær, men tað er bit í einum, sum fer framvið týsdagin.

Veðrið fer at vera nokkso skiftandi her í Føroyum, og vit fara at hava næstan allar ættir. Lágtrýstini hava, sum tey plaga, brúgvaløg við avfalli við sær – fyri tað mesta regn – men tað verað løtur við vátakava ella kava.

Mánadag:

5 til 10 m/ sunnan, skiftandi skýloft og ælaveður. Seinnapartin veksur vindurin upp í 8 til 13 m/s.  Um kvøldið gongur hann eysturum til landsynning og veksur vindin upp í 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Um náttin minkar niður í 5 til 10 m/s, framvegis samdrigið men ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

Týsdag:

Eina løtu um morgunin 5 til 10 m/s sunnan, samdrigið og regn ella ælaveður, men út á fyrrapartin støkkur hann upp í vestan, og veksur upp í 13 til 18 m/s, í støðum 20 m/s. Sami vindur og sama skýloft og avfall allan seinnapartin. Fram ímóti kvøldið minkar hann spakuliga, og tað verður klárari. Á midnátt eru 8 til 13 m/s, ættin er farin niður í útsynning, skýloftið er smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um náttin kunnu vit vænta vátakava- ella kavaæl. Hitin upp í 7 stig um dagin; niður í 2 stig um náttina.

Mikudag:

5 til 10 m/s av útsynningi, smáskýggjað og æl við vátakava ella kava. Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan, og um kvøldið gongur hann upp í landsynning. Veðrið annars tað sama sum um fyrrapartin. Um náttina fer ættin upp í eystan, og vindurin minkar niður í eitt lítið lot – t.e. minni enn 5 m/s – klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.  

Hósdag:

Lítið lot eystan – minni enn 5 m/s – smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin og frameftir eitt sindur meira vindur eystaneftir, um 3 til 8 m/s, hálv- ella smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin 4 til 8 stig.

Fríggjadag:

Veksandi vindur fyrrapartin úr 3 til 8 m/s eystan upp í 10 til 15 m/s av landnyrðingi. Um kvøldið fer hann upp í norðan. Fyrrapartin smá- ella hálvskýggjað og regn ella ælaveður, men út á dagin eitt sindur kl

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Íslendski forsetin vitjar Føroyar í juni
Nýggj barnabók løgd fram á norð­oyastevnu
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Barnaskráin á G! kunngjørd
Skúlin í Leirvík
Havbúnaðar­felagið hevur havt aðalfund
Saman um Fjørðin
ABC-samgongan í gávuhoyri, men hvar eru…
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt