Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áhugaverdur djóragarður í Kunoy

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  27.03.2024 - 22:29 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Eliana Svøðstein hevur aftur í ár opið hús í Djóragarðinum. Norðlýsið var á vitjan har í dag og hugaligt var at síggja øll dýrini, sum Eliana hevur savna har.

Vit sóu millum annað, slangur, skriðdjór av ymsum slag, ymisk ar gnaðarar og ikki minst sjáldsamar fiskar og ymiskar skjalbøkur. Til bar eisini hjá børnum at sleppa á ponyríðing.

Ein vitjan á Djóragarðin er ikki kostnaðarmikil. Vaksin gjalda 50 krónur ímeðan børn gjalda 25 krónur fyri eina vitjan.

Um veður er til tað, fæst eisini ein túrur á ponyríðing fyri 20 krónur.

Ein vitjan á Djóragarðin er forvitnislig fyri børn og barnsligar sálir.

Opið er um páskini, í morgin, hósdagin frá 15 til 19, Fríggjadagin stongt, Leygardagin er opið frá 14 til 19, Sunnudagin er stongt, Mánadagin er opið frá 15 til 19.

Niðanfyri nakrar myndir frá vitjan okkara í dag:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini