Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Norðlýsið tippar Betri Deildina 2024

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  30.03.2024 - 13:05 Ítrottur Tíðindi

Tippingin er ikki broytt, hóast tvey umfør eru leikt. Men vit greina m.a., hvørji lið hava givið ábendingar um, at tey koma at liggja hægri ella lægri, enn tippingin sigur.


(Grein úr blaðnum)

 

Tvey umfør eru leikt í Betri Deildini hjá monnum. Og KÍ hevur longu fingið mótbrekku eftir, at teir kongabláu taptu 2-0 í Gundadali móti B36. KÍ hevur havt stórar avbjóðingar higartil og hevur stórt sæð ongan góðan dyst spælt í ár. Teir flestu venjingardystirnir blivu taptir, stórsteypadysturin bleiv taptur og fyrsta ordiliga royndin í Betri Deildini bleiv tapt. Har skal sigast, at tríggir av venjingardystunum vóru móti útlendskum liðum, sum ’’eiga’’ at vinna á KÍ. Men í tveimum av trimum dystum fóru trý mál ígjøgnum, og tað er í meira lagi.

 

B36-KÍ 2-0

KÍ tapti móti B36, og tað er fyrsta tap av týdningi í landskappingini síðani 2020. Talan var um ein javnan dyst, sum stóran part av seinna hálvleiki luktaði av einum 0-0 dysti. Men B36 hevði ein dystarvinnara á bonkinum, Anton Søjberg, at seta inn, sum skoraði bæði málini. KÍ spældi í eini 4-4-2 leikskipan allan dystin, og tað sá ikki út til at rigga til skapandi spælið, tí KÍ hevur ikki skapt so lítið í álopspartinum til ein landskappingardyst í fleiri ár. Harafturat gera m.a. skaðar, at KÍ-hópurin er tunnur í løtuni, tí tað tóktist sum, at útskiftingarnr hjá báðum liðum gjørdu B36 sterkari og KÍ veikari. Niðanfyri fara vit at tippa endastøðuna í Betri Deildini 2024.

 

10: ÍF

2023 var eitt løgið ár hjá ÍF, sum hevði eina góða byrjan uppá kappingina og ein góðan enda uppá kappingina, har tað eydnaðist at fáa lutfalsliga nógv stig móti kappinganeytunum í botn 5. Men ímillum har var eitt langt tíðarskeið, har ÍF sá út sum vánaligasta liðið í deildini. ÍF hevur mist tvíburðarnar Hans Jákup Lervig (toppskjútti í fjør) og Elias Lervig umframt roynda Jan Ó. Ellingsgaard, og tað fer at muna. Til álopspartin er Uros Stojanov longu skaddur, sum hann var ein part av kappingini í fjør. Tað hjálpir, at Jhon Mena verður við aftur, men ÍF er størsti favorittur at flyta niður, og tað hava tey bæði fyrstu umførini eisini víst.

 

9: EB/Streymur

EB/Streymur hevur havt stóra útskifting í vetur. Men móti endanum áðrenn flytingarvindeygað lat aftur komu eisini nógvir leikarar til, so tilgongdin stendur neyvan so langt aftanfyri frágongdina. Trupulleikin kann verða, at hópurin er komin seint uppá pláss. Og so tykist sum, at onkrir lyklaleikarar ikki eru í bestu venjingarstøðu enn. EB/Streymur hevur ikki fingið eina nøktandi byrjan og skal til at hava stig komandi umførini áðrenn ein trupul skrá stendur fyri framman móti toppliðunum.

 

8: B68
B68 er á pappírinum nógv viknað í mun til í fjør. 1. umfar vísti, at tað kanska eisini verður trupult at geva teimum bestu dygga mótstøðu eins ofta og áður. Meðan B68 spældi við 11 leikarum tóktist liðið at hava munin á EB/Streymi, men tað er sannlíkt, at B68 verður partur av niðurflytingarstríðnum í ár.

 

7: Skála

Skála hevur í stóran mun sama lið sum í fjør við tilgongd av nøkrum fáum leikarum, sum tykjast gera mun. Liðið er samanspælt og tykist verða í góðari venjing. Uppflytararnir kunnu enda í niðurflytingarstríðnum, men ábendingar eru um, at teir kanska kunnu blíva ov góðir til tað. Fyrsti sigurin er longu komin, og tí hevur liðið fingið eina betri byrjan enn niðurflytingarárini 2022 og 2020.

 

6: 07 Vestur

07 Vestur er liðið við størstu útskiftingini í mun til í fjør. Enn er liðið ikki samanspælt, og tað sást. Men tað sást, at nakrir av teimum nýggju leikarunum eru góðir. Tó er kanska ivasamt, um tað er nóg gott at betra um 5. plássið frá í fjør ella at halda fast í tí, tí í ár bjóða fleiri lið seg fram til topp 5. 07 Vestur hevur á pappírinum ov sterkan hóp til nakað niðurflytingarstríð og hevur eisini fíggjarliga orku at gera neyðug átøk í summar, um tað er neyðugt.

 

5: HB

HB-liðið er í nýggjum hami. Higartil við lutfalsliga nógvum lokalum leikarum. Tað kann broytast, tá nýggju útlendsku leikararnir koma í góða venjing. Liðið hevur undir italskari leiðslu spælt verjukent, og tað hevur verið effektivt. Liðið hevur víst góðan hugburð, men vit hava eisini sæð í stórum løtum, at leikliga er langt upp til tey bestu enn. Tað kann koma, men tað eru trý betri boð uppá ein FM-vinnara í løtuni. 1. umfar kundi bent á, at HB skal verða frammanfyri NSÍ í tippingini, men vit velja at halda fast í tippingini undan kappingarbyrjan.

 

4: NSÍ

NSÍ hevur á pappírinum styrkt seg væl til kappingina. Fleiri landsliðsleikarar eru komnir til umframt fleiri nýggir útlendskir leikarar. NSÍ er ein nógv sterkari uppflytari enn vit vanliga síggja og tí verður NSÍ neyvan partur av niðurflytingarstríðnum. Meir sannlíkt er, at NSÍ kemur at stríðast um plássini 4-6. NSÍ tapti í Gundadali móti HB, men var dysturin í Runavík, so var kanska øbugt, tí leikliga var lítil munur á liðunum. Teir sum vóru við í fjør skulu beinanvegin venja seg við, at leikferð og stigið í Betri Deildini er væl hægri enn í 1.deild.

 

3: B36

B36 hevur fingið tilgongd av átta leikarum til kappingina, harav seks útlendingum. Og fyrstu ábendingarnar eru, at B36 hevur rakt væl við sínum innkeypum. Teir hvítu síggja út til at hava eitt gott lið í ár, sum kann fara allan vegin, sum málið hjá felagnum eisini er í 2024. Sigurin móti KÍ vísti, at hóast liðið er nýtt, so stendur tað einki aftanfyri KÍ. So er spurningurin, hvør tekur seg meir fram komandi vikurnar. Sannlíkt er, at B36-liðið bara verður betri og betri samanspælt. B36 kann fara allan vegin, men enn hava vit tvey betri boð uppá ein FM-vinnara.

 

2: Víkingur

Víkingur hevur vunnið 15 landskappingardystir á rað. Hópurin er tann sami sum í fjør við einari tilgongd av U21-landsliðsleikaranum Jørgen Nielsen, sum var toppskjútti í venjingardystunum. Hetta er best samanspælda liðið í deildini og eitt gott boð uppá ein komandi FM-vinnara. Jóhan Petur Poulsen hevur serstøk evni at menna ungar leikarar og at fáa tað besta burturúr hópinum, og tí er breiddin eftirhondini góð í Víkingi, tí so nógvir leikarar eru mentir síðstu árini.

 

1: KÍ

KÍ hevur vunnið trý FM í stórum stíli. Men flestu viðmerkjarar hava í vetur víst á, at KÍ fær tað ikki eins lætt í ár. Ein orsøk er, at KÍ hevur ikki – á pappírinum - havt eitt nøktandi flytingarvindeygað. Tað eru ov fáir leikarar komnir inn, sum gera mun. Samstundis eru skaðarnir fleiri enn hjá hinum liðunum, og tað kundi bent á, at krevjandi kappingárið í fjør partvís kostar í ár. Men KÍ, sum helst er viknað í mun til í fjør, hevur framvegis ein góðan hóp, sum eigur at kappast í toppinum, men so krevst eisini, at liðið mennist komandi vikurnar, tí skjótt kann umberingin ikki brúkast, at liðið byrjaði at venja tvær vikur seinni enn hini. Vit tippa, at KÍ-liðið verður væl betri enn vit hava sæð higartil í 2024. Men var ein styrkismeting
gjørt nú í landsliðssteðginum, so lógu bæði Víkingur og B36 frammanfyri KÍ.

 

Tipping 3. umfar:

Skála-B36 2
Víkingur-B68 1
HB-ÍF 1
07 Vestur-EB/Streymur 1
KÍ-NSÍ 1

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing