Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík skal menna enn fleiri góðar upplivingar og frítíðarmøguleikar

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  10.04.2024 - 13:28 Lesarabrøv Tíðindi

Minnist tú, tá Klaksvík á sumri í 2019 var vertur fyri Royal Run og Fríðriki Krúnprinsi, og tá vit í desember sama ár lótu skoytibreytina upp í nýggja miðbýnum? Stutt frammanundan høvdu vit tikið í brúk tann ógvuliga væl umtókta vælverudepilin í svimjihøllini, sum er eitt av sterku brand’unum hjá Klaksvík. Hetta er alt týðandi framstig, men arbeiðið er ikki liðugt – menningin má halda fram, fleiri spennandi møguleikar liggja fyri framman, og her hevur býráðið og borgarstjórin eina serliga ábyrgd av at kveikja, ganga á odda og at stuðla undir.

Sum næst størsti býur og kommuna í landinum hevur Klaksvíkar kommuna tørv á eini visjónsríkari politiskari leiðslu, sum raðfestir og leggur orku í at gera Klaksvík ein enn meir áhugaverdan bý og lokalsamfelagið eitt enn meiri áhugavert øki, bæði fyri borgarar og vitjandi.

Til at náa hesum máli er tørvur á einum býráð og einum borgarstjóra, sum kann branda og umboða Klaksvík, og sum sær møguleikar fyri nýhugsan og menning á hesum øki. 

Klaksvík er ríkt av skapandi eldsálum

Neyvan hevur nakað lokalsamfelag her á landi fostrað fleiri skapandi synir og døtur, enn Klaksvík og Norðoyggjar hava, tí tað er ógvuliga skjótt at koma í tankar um fleiri tiltøk og konsept, sum branda Klaksvík og Norðoyggjar á ein sera jaligan hátt, ella sum borgarar í lokalsamfelag okkara hava skapt og ment.

Umframt Norðoyastevnuna, sum byrjaði í 1937, hava eldsálir í og úr lokalsamfelag okkara sett í verk eitt nú: *Summarfestivalin, *Sjómannadagin, *Jólaskipatiltakið, *Torradagarnar, *Trølla Pætur, *BuBu, *Jól úti í gomlu Klaksvíkini, *Nólsoyar Páls garður, *Norð festivalurin o.s.fr.

Hesi átøk og eldsálirnar, ið standa aftan fyri tey, hava tørv á uppbakking og íblástri til at halda fram við teirra virðismikla, skapandi arbeiði.

Ongantíð so væl fyri sum nú við pallum og karmum

Í 2010 tók eg, sum formaður í Mentanarnevnd býráðsins, stig til at seta í verk eina vakstrarætlan fyri kommununa, og komu vit tá til tríggjar høvuðs niðurstøður, harav tann eina var, at Klaksvíkar kommuna m.a. skal satsa uppá at menna ein upplivingarbúskap.

Vit tóku hesa niðurstøðu í álvara, og síðan tá er Klaksvíkar kommuna ment munandi á hesum øki og er í dag betur fyri enn nakrantíð áður við pallum og karmum til at hýsa og skapa enn fleiri upplivingar her í lokalsamfelagnum.

Ein av grundsúlunum undir átøkunum, ið kommunan skuldi fara undir, var at seta sjøtul á eitt savnandi mentanarhús. Í dag er sjón fyri søgn, og verður hetta snotuliga mentanarhúsið eitt tiltrongt savningarstað fyri alskyns tiltøk framyvir, og fer uttan iva at geva enn meiri til upplivingarbúskapin í kommununi.

Sum tann fyrsta kommunan í landinum bygdi Klaksvíkar kommuna í 1974 Føroya fyrstu stóru svimjihøll við 25 metra hyli, vippum og kavingarhyli, sum tá var eitt risa framstig. Ein dagføring og nýhugsan av svimjihøllini fer, saman við eini fimleikarhøll, at gera Klaksvík til eina enn meir attraktiva kommunu. Hetta verður heilt vist ein av málsetningunum í komandi býráðssetu.

Annars kunnu eisini nevnast eitt nú fylgjandi átøk:

Nýggi miðbýurin, sum vit í 2015 settu spakan í, har nakrir bygningar eru bygdir og aðrir eru ávegis

Biskupstorg

Skoytibreyt

Nólsoyar Pálls garður

Nýtt hotell í miðbýnum (ávegis)

Mentanarhúsið Varpið

Nýggi Húsarhaldsskúli Føroya

Altjóða stadion við Djúpúmýru

Vælverudepil í svimjihøllini

Nýggja róðrarneystið

Spinnaríið

Miðhøllin á Skúlatrøð

Aula hjá TSK (ávegis)

osfr.

Karmarnir eru mentir munandi, og pallarnir eru blivnir fleiri og betri, so nú er tað upp til komandi býráð og borgarstjóra – í góðum samstarvi við øll áhugað í lokalsamfelagnum – at viðvirka til at fylla, gagnnýta og menna hesar karmar.

Megna vit at standa saman um hetta, so fara Klaksvík og Norðoyggjar at menna enn fleiri góðar upplivingar og frítíðarmøguleikar, sum fara at skapa trivnað fyri egnar borgarar og draga enn fleiri vitjandi hendanvegin, sum aftur fer at kasta av sær til aðrar vinnur.

Við góðu minnunum frá sumrinum í 2019, tá Klaksvík var vertur fyri Royal Run og Fríðriki Krúnprinsi, havi eg gott mót um, at tað skal eydnast aftur at taka lógvatak saman fyri at branda býin, kommununa og alt lokalsamfelagið á ein góðan og mennandi hátt.

 

Jógvan Skorheim

Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari