Møtirøð í bygdarhúsinum í Hósvík: “Kærleiki Guds”
Hvussu virkar kærleiki Guds? Doyði Jesus fyri øll menniskju? Er vón fyri øllum menniskjum? Hesir spurningar eru partur av tí, sum talað verður um í stuttari møtirøð í bygdarhúsinum í Hósvík hetta vikuskiftið 12. til 14. apríl.
Jógvan Mortensen, Sigrun av Reyni og onnur koma at syngja, og millum talararnar verða Petur á Roykheyggi, Pætur M. Hansen, Jógvan Reinert Samuelsen, Jens Bech og Jákup N. Olsen.
Skráin fyri møtini er henda:
· Fríggjakvøldið kl. 19.00: Evangeliskt møti. John Færø leiðiar felagssang
· Leygardagin kl. 11.00: Bíbliuundirvísing
· Leygarkvøldið kl. 19.00: Evangeliskt møti. Jógvan Mortensen syngur
· Leygarkvøldið kl. 21.30: Ungdómsmøti
· Sunnumorgunin kl. 10.00: Minnismáltíð Harrans
· Sunnukvøldið kl. 18.00: Evangeliskt møti. Sigrun av Reyni syngur
Øll eru hjartaliga vælkomin :)