Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugnakvøld í Amarant í samband við Virkið vár

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  30.04.2024 - 07:54 Tíðindi

Hvussu komi eg í gongd við okkurt, sum eg ongantíð havi roynt áður? Tað er ein av spurningunum, sum vit fáa nøkur boð uppá, tá ið skipað verður fyri hugnakvøldi um dypping.

 

Umframt at hoyra royndu dyppararnar Jóhannu Johannesen, Astu Poulsen og Marjun Eltør Peteren greiða frá, so fer Jóhanna á Tjaldrafløtti eisini at koma við nøkrum góðum ráðum um, hvussu vit kunnu fáa nýggjar góðar vanar.

Dania O. Tausen fer at spæla nøkur løg, og bjóðað verður eitt leskiligt ábit frá Amarant.

Fyrr í ár vann Dania O. Tausen “Ársins útgávu” fyri tónleikaútgávuna "ja/nei - og restin av vikuni", so lagt verður upp til ein hugnaligt kvøld, sum kanska gevur onkrum óroyndum dyppara hug at fara oman í Borðoyarvík at dyppa aftaná tiltakið.

Tiltakið byrjar kl. 20.00, og kostar 150 kr. Keyp atgongumerki her: https://klaksvik.atgongumerki.fo/?eventId=2502825 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Norðoya Kvinnu­felag hevur summartorg ley…
Lýsing