Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar semjur
-At breiðar semjur, sum eru galdandi fleiri ár fram í tíð, verða gjørdar uttan at vinnan yvirhøvur verður tikin við í viðgerðina, er ikki at fegnast um, og sæst tíverri eisini aftur í uppskotinum sum nú liggur fyri.
Breiða semjan millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin er ikki eitt stig rætta vegin. Tvørturímóti. Tað heldur Havbúnaðarfelagið, sum í fleiri førum hevur víst á týdningin, at vinnan fær tryggar og varandi karmar at virka undir. Men karmarnir, sum breiða semjan leggur upp til, eru hvørki tryggir ella gagnligir.
Tá ið tú gerst breiðar semjur, sum vara í nógv ár, mugu stór krøv setast til sjálvt innihaldið í semjuni. Talan er jú um skipanir, sum ikki verða broyttar aftur í bræði. Av somu orsøk er innihaldið heilt avgerandi.
Gjaldið byggja á skattliga úrslitið
Breiða semjan leggur upp til eina samansetta skipan við bæði tøkugjaldi og partafelagsgjaldi. Hetta er ikki rætta gøtan at ganga. Fløkjaliga skipanin við millum øðrum skiftandi søluprísum og einum miðal framleiðslukostnaði fer at gera tað ótryggari hjá alifyritøkunum í Føroyum at leggja virksemi til rættis og er harafturat eisini atferðarstýrandi fyri vinnuna.
Tað er ikki gagnligt at byggja eina skipan bæði á tøkugjald og framleiðslukostnað. Tað mest ruddiliga er ein einføld gjaldsskipan, sum byggir á skattliga úrslitið.
Havbúnaðarfelagið mælir tí enn einaferð til, at loyvisgjaldið hjá alivinnuni byggir á skattliga úrslitið hjá vinnuni. Hetta hevur verið boðskapurin hjá Havbúnaðarfelagnum í skjótt 10 ár. Spurningurin er ikki um alivinnan skal rinda, men hvussu hon skal rinda.
Gjalda mest, tá ið vinnan tjenar minst.
Havbúnaðarfelagið undrast stórliga á, at vinnan als ikki hevur verið partur av viðgerðini, nú grundleggjandi broytingar skulu gerast.
Tá ið lógin varð broytt fyri knøppum ári síðani var endamálið, at alifyritøkurnar skuldu gjalda lutfalsliga meira, tá ið laksaprísurin var høgur. Nýggja uppskotið hækkar munandi um skattin um feløgini ikki fara at
hava stóran vinning, men lækkar hinvegin skattin, um avlopini gerast stór. Hetta er beinleiðis í mótsøgn við tað, sum samgongan annars hevur sagt vera grundgeving fyri at broyta tøkugjaldið.
Vinnan harðari skattað enn kappingarneytar
Í semjuskjalinum stendur eisini, at “skipanin tryggjar altjóða kappingarføri hjá vinnuni”. Nýggja semjan hevur tvørturímóti við sær, at alivinnan í Føroyum verður harðari skattað enn í bæði Noregi og Íslandi.
Eitt ov høgt tøkugjald afturat nýggja serskattinum fer at steðga íløgum og framgongdini í alivinnuni, sum er drivin av gransking, nýmenning, íløgum og vøkstri. Harvið er vandi fyri, at samlaði skatturin fer at minka, hóast parturin av yvirskotinum, sum verður rindaður til skatt, økist.
Komandi mánaðirnar eiga at verða brúktir til at finna eina breiða semju um røttu skipanina. Ein breið semja um eina vánaliga skipan kann í ringasta føri forkoma framgongdini í føroyskari alivinnu.