Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fram

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.04.2024 - 11:56 Tíðindi Vinna

Roknskapurin hjá J&K Petersen fyri 2023 vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi, eftir at 2022 og 2021 vóru tvey tung ár hjá byggifyritøkuni

 

 

Í fjør summar staðfesti J&K Petersen í hálvársroknskapinum, at vend var komin í raksturin, eftir at 2022 og 2021 høvdu verið tung ár. Nú er so endaliga greitt, at góða gongdin helt fram alt árið í fjør, eftir at roknskapurin fyri 2023 vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi.

- Vit hava veruliga fingið vind í seglini aftur, tó at vit longu fyrra hálvár í fjør sóu, at ljósari tíðir vóru fyri framman. Vit eru sera fegin um, at vit megnaðu at halda fast um góðu gongdina og at skapa positivt úrslit, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður, tá hann stutt tekur saman um virksemið hjá J&K Petersen í 2023.

Á aðalfundinum 15. apríl var ársroknskapurin fyri 2023 lagdur fram og samtyktur. Umsetningurin hjá samtakinum var 339,5 milliónir krónur í fjør, og hetta er tað mesta í søguni hjá samtakinum. Roknskapurin vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Nevnd og stjórn meta, at úrslitið er nøktandi – serliga sæð í ljósunum av mongu avbjóðingunum, sum felagið hevur havt.

Umframt viðgerð av ársroknskapi, skipaði nevndin seg av nýggjum á aðalfundinum. Christian Andreasen heldur fram sum nevndarformaður, og Klaus Rasmussen og Ragnhild A. Petersen sum nevndarlimir. Jóannes Niclasen tók ikki við valinum aftur, Karl Andrias Petersen var valdur í hansara stað.

Christian Andreasen vísir enn einaferð á, at eigarar, leiðsla og starvsfólk vóru sera trúføst, tá felagið kom í tungan búskaparligan andróður, og at viðskiftafólk eisini vístu stóra vælvild, tá neyðugt var at taka stór tøk fyri at fáa felagið á rætta kós aftur.

Samtakið telur feløgini J&K Petersen Contractors, J&K Betong, Klettur og Miðvágs Grót. Umleið 130 fólk starvast hjá J&K Petersen.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nei fíggjar­lógin er ikki komin á beint
Økja um útboðið av bústøðum
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Fíggjar­lógin er komin á beint
Hví skulu øll integrer­ast?
Fólka­flokku­rin: Valkafé í Skálanum
Vel Fólka­flokkin – eisini á Fólkating!
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir ska…
Nú er stundin at savnast um eina sterka…
JAF kundi tað sama verið ein heilt annar…
Aksel og Beinir samdir um tjóðarsemjuna
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin
Hví velja Miðfloksumboð í løgtingið?
Fólka­flokku­rin vil hava eina betri skatt…
Bíðilistar eru ikki vælferð