Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gøtudalstunnil, nú!

SKRIVAÐ: Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu  |  17.04.2024 - 14:20 Politikkur Tíðindaskriv

Hóast vit í vetur hava sæð, hvussu tungt tað kann vera at ferðast um Gøtueiði, so er tað ikki veturin og kavin, ið eru avgerandi fyri tørvin á einum Gøtudalstunli. 

 

 

Norðanfyri Gøtueið, altso norðanfyri tað sunnara av teimum báðum Eiðunum vit hava her, búgva áleið 10.000 Føroyingar.

Hesir, sum dag og dagliga ferðast til og frá arbeiði, skúla og frítíðarvirksemi, verða allir trýstir ígjøgnum smoguna við Runavík. 

Hetta, sjálvt um mann fyri fleiri árum síðani dagførdi farleiðina millum Skálafjørð og Strendur soleiðis, at hon í dag mann teljast millum allar bestu farleiðir. Breiður og góður vegur, ið kann bera stóra ferðslu.

Tá arbeiðið við Eysturoyar tunlinum fór í gongd, var ein rúgva av fyrireikandi arbeiði gjørt. Tær kanningarnar vístu, í allar flestur førum, at ein av “fylgiverkætlanunum” av Eysturoyartunnilinum átti at verða Gøtudalstunnilin. 

Ikki vegna hæddina um Gøtueiði, men vegna tørvin á at flyta teir 10.000 borgararnar eftir einari farleið, ið longu var klár at bera ferðsluna. 

Jú vist er tørvur á at gera nakað við vegin í Skálafirði, men hesin kundi, uttan nakað nevnivert eyka arbeiði, verið gjørdur samstundis sum Gøtudalstunnilin. 

Eisini skal havast í huga, at tað í dag ferðast næstan eins nógvir bilar ígjøgnum Gøtugjógv, sum tað ferðast ígjøgnum Eysturoyartunnilin dagliga. Eitt greitt tekin um at tað virksemið, ið er at finna í Landnyrðings Føroyum er stórt, ja so stórt at tað fara óteljandi bilar við farmi. Øll hendan tunga ferðslan, ið øll skal førast til Havnar, har tað fer víðari út í heim, fer í dag í mestan mun ígjøgnum hesar somu smogurnar, Gøtugjógv og bygdirnar á eystara armi á Skálafjørðinum. 

Teir 10.000 borgarar, ið hava eina uppgávu í høvuðsstaðnum, skulu sostatt ferðast ígjøgnum bygdavegir, saman við tí tungu ferðsluni, har børn og ungdómar ferðast framvið høvuðsfarleiðini. At senda allar hesar bilarnar, fyrst ígjøgnum Gøtugjógv, síðani ígjøgnum bygdirnar á eystara arminum á Skálfjørðinum, er ikki serliga vinarligt fyri ta ábæru ferðsluna í økinum. Súkklur, skúla ungdómur og virksemið framvið vegnum eftir bygdunum øllum, verður alt ávirkað av hesum. 

Afturat hesum, so eru óteljandi til- og frákoyringar eftir hesi somu farleið. Allar skapa fleiri óhepnar støður, har vandi fyri ferðsluóhappum er stórur.  

Eg unni Suðuroynni, og teimum áleið 5000 borgarum, ein tunnil, ongantíð ov skjótt. Eg vóni eisini, at mann tekur tær avleiddu verkætlanirnar við. 

Men mín vón er, at landsins fólkavaldu hyggja uppá tann veruleikan, at Gøtudalstunnilin, og teir 10.000 borgararnir, ið fáa ágóðan av honum, er ein treyt fyri at fáa fullan valuta úr teimum samferðslu útbyggingunum, ið eru gjørdar runt miðstaðar Føroyar. 

Tí fari eg, enn einaferð, at endurtaka meg sjálvan; Gøtudalstunnil, nú!

Per Martin Gregersen

Borgarstjóri í Eysturkommunu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…