Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini eru umboð fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, sum eigur húsið – Frá høgru Annfinnur Heinesen, leiðari í Varpinum, Jógvan Skorheim, stýrislimur, Karl H. Johansen, stýrislimur, Jóhanna C. Christiansen, stýrisforkvinna, Louis Poulsen, stýrislimur, Heri Ellingsgaard, stýrislimur, Pætur Gerðalíð, stýrislimur og Dávur Winther, skrivar í stýrinum. Á mymdini vantar Gunn Hernes, sum eisini er við í stýrinum. | Mynd: Dávur Winther

Varpið avhendað

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  17.04.2024 - 16:14 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Stórur og gleðiligur dagur í Klaksvík í dag

Eftir drúgva tíð er nú komið so mikið ávegis við byggingini av Varpinum, at avhandingaskjalið nú er undirskrivað, eftir gjøgnumgongd av húsinum og verkætlanini annars í dag.

Ráðgevar, arbeiðstakarar og umboð frá stýrinum fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, sum er byggiharri, møttu á fundi í morgun í Varpinum, har ymisku arbeiðini vórðu gjøgnumgingin.

Byggingin lýkur ásettu krøvini frá byggimyndugleikanum og er í tráð við tekningar og ynskir. Endaligt brúksloyvi er tí eisini givið fyri nýtslu av húsinum.

Tí er avhendingarskjal í morgun eisini undirskrivað. Tó eru onkur smávegis arbeiði eftir, sum avtala er gjørd um, skulu verða gjørd í næstum.

Jóhanna C. Christiansen, stýrisforkvinna fegnast um, at tað nú endiliga er komið so langt – og at henda verkætlan, sum byrjaði á sumri í 2020, nú kann kallast liðug.

Varpið hevur tó ávegis staðið sína roynd við fleiri sera væl eydnaðum tiltøkum, sum hava verið í húsinum. Talan hevur verið um eina spennandi, men drúgva tilgongd, og nú eru vit øll glað og takksom, sigur ein fegin forkvinna í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.

Nú húsið stendur liðugt, kostar tað uttan innbúgv um 72 mill.

Á myndini eru umboð fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, sum eigur húsið – Frá høgru Annfinnur Heinesen, leiðari í Varpinum, Jógvan Skorheim, stýrislimur, Karl H. Johansen, stýrislimur, Jóhanna C. Christiansen, stýrisforkvinna, Louis Poulsen, stýrislimur, Heri Ellingsgaard, stýrislimur, Pætur Gerðalíð, stýrislimur og Dávur Winther, skrivar í stýrinum.

Á mymdini vantar Gunn Hernes, sum eisini er við í stýrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu