Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nordic Music Camp í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.04.2024 - 17:37 Mentan Tíðindi

Fríggjakvøldið 26. apríl kl.19 verður høvið at hoyra spildurnýggjar sangir, hjá útvaldum norðurlendskum tónlistafólkum.

 

Nordic Music Camp er ein norðurlendsk tónleika-lega, har tónleikarar og sangskrivarar úr øllum norðurlondum koma saman, fyri at skriva nýggjan popptónleik.

Fyriskiparnir eru Danny Baldursson úr Føroyum, Marie Møller Foged úr Danmark og Janna Yngwe úr Svøríki.

Sangirnar far tey at skriva og framleiða á tónleikalegu, sum verður á Hotel Norð á Viðareiði, 23-26.apríl.

Og seinasta kvøldið verður so konsert í Varpinum í Klaksvík. Sangirnir verða ikki allir framførdir, men vit sleppa at hoyra upptøkur av teimum, saman við áhugaverdum lýsingum av listafólkunum.

Harafturat koma Danny Baldursson, Símun Dam og Rúni Hentze frá DANNY & THE VEETOS, at framføra. Og Hans Marius Ziska fer eisini at spæla nøkur løg.

Nordic Music Camp er komið í lag í samstarvi við DPA, Nordisk Kulturfond, Hotel Norð, Atlantic Airways, FMX, Hotel Hafnia, Klaksvíkar Kommunu og Varpið, og atgongumerki kunnu fáast á atgongumerki.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar