Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landið má leggja trýst á kommunur

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen, Sjúkrarøktarfrøðingur  |  19.04.2024 - 14:22 Lesarabrøv Tíðindi

Tað er undir alt lágmark at lata menniskju liggja og følna á einum sjúkrahúsi orsakað av at kommunurnar ikki hava nóg mikið av røktarplássum

 

Í degi og viku, 16.apríl 2024, varð sjóneykan enn einaferð sett á liðugtviðgjørdar sjúklingar, sum ikki kunnu útskrivast, tí kommunur og Almannaverk ikki eru klár at taka ímóti. Nógv tey flestu, sum ikki kunnu útskrivast eru fólk, sum kommunurnar varða av.

Hetta er als ikki ein nýggjur trupulleiki, men er eyðsæð ikki eitt mál, sum hevur skund hjá kommunum og Almannaverkinum at loysa. Vit kunnu vera vís í, at hvørki kommuna ella Almannaverk fara at gera nakað við trupulleikan, fyrrenn Sjúkrahúsverkið fær loyvi at krevja pening fyri innleggingardagar hjá liðugt viðgjørdum sjúklingum.

Tað eru nógv ár síðani Danmark tók hetta stigið. Gjaldið fyri liðugtviðgjørdar sjúklingar í Danmark er so mikið stórt, at kommunurnar verða noyddar at raðfesta hetta málið.

 

Gjald fyri innlegging

Tá eg í 2009 fór til arbeiðis á sjúkrahúsdeild í Danmark, vóru greiðar mannagongir hjá okkum at ganga eftir í hesum sambandi. “Varslingsregler” kallast hesar mannagongdir. Um ein sjúklingur í Danmark skal útskrivast til óbroyttan kommunalan tørv, er neyðugt at boða kommununi frá áðrenn klokkan 12 sama dag. Er tørvur á øktari hjálp, skal boðast frá tvey samdøgur áðrenn útskriving, og er tørvurin broyttur somikið, at sjúklingurin má flyta á røktarheim, skal fráboðanin gevast fimm dagar frammanundan útskriving. Fráboðanir skulu skjalprógvast, tí at kommunurnar skulu gjalda fyri innleggingardagarnar eftir fráboðanarfreistina, um kommunan ikki fær tikið ímóti sjúklinginum. Mínar persónligu royndir eru, at tað kom so at siga ikki fyri, at kommunurnar ikki tóku ímóti.

Her hjá okkum sær tað út til, at kommunurnar bara yppa øksl, serliga tá tørvur er á røktarheimsplássi. Tað fer nógv tíð hjá sjúkrarøktarfrøðingunum til at samskifta við visitatiónsfólk og økistænastur, fyri at fáa kommunurnar at taka ímóti sínum borgarum. Eisini uppliva sjúkrahúsini, at avvarðandi hjá sjúklingum seta føtur í spenni og nokta sjúkrahúsunum at senda sjúklingin heim eftir liðna viðgerð.

Vit vita, at tað er kostnaðarmikið at byggja røktarheim, men tað kostar munandi meiri fyri skattgjaldararnar, at hava liðugtviðgjørd fólk innløgd.

 

Menniskjaligur kostnaður

At tað kostar pengar er eitt, men tað kostar eisini uppá nógvar aðrar mátar. Eitt sjúkrahús er miðdepil fyri luftbornar sjúkur. Innløgd fólk eru altíð í vanda fyri at fáa aðrar sjúkur, enn tað tey eru innløgd fyri. Fyri liðugtviðgjørd fólk merkir tað, at tey gerast óneyðuga sjúk og at heilsa teirra er í vanda.

Eisini er vandin stórur fyri at missa førleikar. Tann innlagdi má paradoksalt, gjalda við síni heilsu, fyri at liggja á sjúkahúsi, eftir at sjúkrahúsviðgerðin er liðug. Eitt sjúkrahús er ikki innrættað til at veita tí innlagda ein innihaldsríkan og virknan dag. Heldur ikki er eitt sjúkrahús á nakran hátt heimligt. Tann innlagdi hevur eina song, eitt seingjarborð, kanska eitt lítið skáp og als onki privatlív. Tað er ikki nógv annað at gera á einum sjúkrahúsi, enn at liggja í songini. At liva soleiðis í longri tíð er beinleiðis sálarskaðiligt.

Longrivarðandi innlegging kostar í kognitivum og likamligum førleikum, sum so kostar enn meira í skattakrónum. Hetta líkist ongum og er stór skomm.

 

Skiftisheim møgulig loysn

Í Danmark finnast skiftisheim, sum verða kallað “døgnafsnit”. Hesi eru fyribils-røktarheim. Oftast verða sjúklingar, sum mugu flyta á røktarheim eftir útskrivan frá sjúkrahúsi, fyrst fluttir á eitt skiftisheim. Tað eru linari krøv til eitt skiftisheim, og tí eru tey ikki eins kostnaðarmikil at byggja. Í staðin fyri at byggja nýggj kostnaðarmikil røktarheim, eiga kommunurnar at raðfesta førleikan at taka ímóti sínum borgarum, við at byggja skiftisheim.

Aftrat hesum mugu sjúkrahúsini fáa lógarheimild at krevja gjald frá kommununum fyri innleggingardagar eftir liðna sjúkrahúsviðgerð. Hetta er einasta gongda leið, um nøkur vend skal koma í. Í dag virka sjúkrahúsini partvíst sum røktarheim. Tað hevur nógvar álvarsligar avleiðingar, bæði fyri sjúklingar og starvsfólk. Tað hevur bráskund at loysa hetta málið!

 

Sylvia Thomsen

Sjúkrarøktarfrøðingur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stýrir Sambands­flokku­rin í veruleika­num…
Espen Haug verður nýggjur høvuðsvenjari…
Fríggja­dagin kom út verkið Tættir og tei…
Svenskur verjuleikari til KÍ
Nýggj bók – Saman um samkomuna
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Lýsing