Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jóhanna Johannessen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.04.2024 - 22:32 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fer eitt hátrýst at liggja beint sunnan fyri Føroyar. Veðrið her hjá okkum fyrru helvtina av vikuni verður tí gott og støðugt við lítlum vindi ella avfalli. Hann fer at liggja um norðan og av landnyrðingi.

Fríggjadagin er hátrýstið farið suðureftir, og eitt lágtrýst yvir Vesturnoregi fer at sleppa framat við einum frískum loti og einum sindri av avfalli.

Hitalagið í vikuni fer at vera eitt sindur skiftandi, við tað at talan er um óstøðuga luft norðaneftir, har sum loftið er skiftandi við bøklaskýggjum, og at tað er klárt. Tað klára veðrið hevur við sær, at náttarhitin fer niður í frostmarkið.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Eitt lítið lot norðan ella av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 10 stig um dagin; um náttina millum frostmarkið og 5 stig.

Týsdagin:

Norðan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og sólglottar. Hitin um dagin millum 2 og 7 stig; um náttina niður í frostmarkið.

Mikudagin:

Hann fer úr norði í landnyrðing, eitt sindur meira vindur, 5 til 10 m/s. Um dagin hálvskýggjað og sólglottar, um kvøldið skýggjað og okkurt ælið, og vindurin minkar niður í 2 til 7 m/s. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.

Hósdagin - flaggdagin:

Landnyrðingur, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.

Fríggjadagin - dýra biðidag:

5 til 10 m/s av landnyrðingi, skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Neistin dróg longra stráið
Frændi við nýggjum friðarsangi
Soleiðis verður á KG
Størri lodnukvota í Íslandi
Veðurlags­lóg bygd á vitan - ikki á smart…
Klaksvík­ingur settur sum venjari hjá Eið…
Kyndilsmessudansur í Haraldssundi
Veðrið í Skopun
Stjørnan og Neistin í kvøld
Egga á Viðareiði vitjar Norðlýsið
Býráðsfundur í dag
Starvsløn og íverksetanarstuðul 2026
Norðsøki 10.000 pund
Ormurin Langi er mannaður
Niclas og Jákup samdir: KÍ vinnur FM
Jóannes Bjartalíð nærkast nýggjum felag
Torradagar aftur á skrá
Kjølur Open
Tummas Lervig fer inní 20. árið sum form…
Petter Stordalen fegnast um KG