Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Neistin dróg longra stráið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  29.01.2026 - 21:35 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað gjørdist ein rættiliga spennandi dystur, tá Stjørnan og Neistsin hittust í KÍ-høllini í kvøld, men tá samanum kom, dróg Neistin longrað stráið og vann dystin 28-27, eftir hálvleiksstøðuna 16-11 til Neistan.

Tað var Neistin sum fekk betru byrjanina, og tá umleið 15 minuttir vóru leiktir, var støðan 9-3 til Neistan. Sum so ofta, so vóru mistøk hjá heimaliðnum, sum kostaðum teimum dyrt, serliga í fyrra halvleiki.

Í seinna hálvleiki fekk Stjørnan betur stýr á spælinum, og liðini skiftust um at skora. Tá umleið 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, fór Stjørnan at taka seg inn á Neistan, og var tað nú Neistin, sum fór at gera mistøk. Rættiligur spenningur kom í dystinum, og tá knappir tveir minuttir vóru eftir at leika, var leiðslan hjá Neistanum minkað til eitt mál, støðan var tá 27-28. Tað eydnaist ikki Stjørnuni at koma Neistanum nærri, hóast tær høvdu møguleikan.

 

Málini hjá Stjørnuni skutu: Iulia Nalviko 6, Durita K. Ljósstein 5, Ella L. Samson 4, Brynja Høj 3, Ai Waagstein 3, Julia Høgnesen 3, Joan Sørensen 2 og Julia J. Lydersen 1.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing