Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanus hevur verið ein fittur, fólksligur, hugnaligur og hjartaligur prestur | Mynd: Anton Højgaard

Hanus segði farvæl við manér

SKRIVAÐ: Myndir: Anton Højgaard - Tekstur: Dávur Winther  |  29.04.2024 - 18:58 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað var sannur hátíðardámur í Christianskirkjuni í gjár, sunnumorgunin - Kirkjan var nærum fullsett, nú Hanus á Gørðum, prestur hevði sína seinastu gudstænastu sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Klaksvíkar Hornorkestur byrjaði at spæla løg úr reyðubók, tá ið klokkan var 10.45. Nógv fólk høvdu gjørt sær dælt av hesum møguleika, og sótu tey við andakt og lýddi á, meðan tónarnir rørdu hjartastreingirnar.

Hanus er eisini gamal cornetspælari í hornorkestrinum, og sigst hava eina cornet heima, sum hann spælir uppá, tá ið lagið er gott – og tað er tað ofta, so helst spælir prestur nógv. Hornorkestrið spældi eisini preludium, sum sjálvandi gjørdi løtuna enn meira hátíðarliga.

Sálmasangurin brúsaði og sálmarnir, ið vóru valdir til henda dagin vóru sálmar, ið stóðu presti hjartanum nær. Hanus, prestur var sjónliga rørdur, tá ið hann steig út á prædikustólin. Tað tyrsta ið hann tók til, var at hann umhugsaði at taka uppsøgnina aftur og bara halda áfram! Tá var ein látur millum kirkjufólkið.

Prædiku teksturin henda sunnudagin var úr Jóhannesar evangeliinum um frælsið í Kristi Jesus. Tá ið prestur skuldi takka, stóð so nógv á, at hann við gráturødd fekk takka fyri tíðina, og vóru tað nógv, sum sótu við táravættum eygum hesa løtuna.

Hanus á Gørðum kom til Norðoya vestara prestagjald 1. august 2008 og hevur røkt kallið í stívliga 16 ára, hann hevði m.a. sum mál at fleiri tiltøk skuldi koma í kirkjuna – so sum hugnaløtur, fyrilestrar, skrúvugudstænastur, morgunsangur o.a.

Hanus hevur verið ein fittur, fólksligur, hugnaligur og hjartaligur prestur við báðum beinunum á jørðini, tó hann hevur boðað tað himmalskliga.

Eftir prædikuna sunnudagin sang Kórið í Christianskirkjuni tvey vøkur løg, eisini tey sungu postludium.

Tey kirkjuráðs- og forfólk, ið kundi møta úr kirkjusóknini, Árnafjørð, Kunoy, Húsar, Mikladal og Christianskirkjuni hildiu síðani eina takkarrøðu og handaðu Hanusi eitt blómutyssi og eitt gávubræv.

Eftir løtuna í kirkjuni varð boðið til kaffi í kirkjukjallarnum, har eisini Marta og Tummas Pauli Mýri sungu ein sang, og Sigmar Høgnesen helt eina avbera skemtiliga talu.

Til endan takkaði Hanus fyri, og tók soleiðis til: “Eg vil enda við somu orðum, sum Jóhan Nielsen segði, áðrenn hann fór frá sum prestur í Klaksvík á sinni: Hvat tit so siga um meg, mugu tit um, bara tit siga, at tað, sum eg segði um Jesus, var satt”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…
Valevnir og fótbóltsformenn vitja Norðlý…
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna