Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hevur føroyski veljarin annað val enn frával?

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  13.05.2024 - 08:39 Lesarabrøv Politikkur

Eg mundi dottið av stólinum, tá eg í tíðindunum á middegi ígjár hoyrdi, at Fólkaflokkurin hevði verið stóri vinnarin, um val var nú. Og hvat er tað so, sum veljarin er hesum flokkinum so takksamur fyri? Er tað kanska tað, at flokkurin saman við sínum líkum samtyktu forskatting av pensjónum, sum hevur oyðilagt langtíðarhaldføri í føroyska búskapinum, og sum fer at svíða hjá komandi ættarliðum og helst at gera tað neyðugt at hækka pensjónsaldurin?

 

Ella er tað kanska tí, at fáar vikur eftir næstsíðsta val fekk flokkurin samtykt eina fiskivinnulóggávu, har fiskiloyvi og fiskurin í havinum í veruleikanum vórðu latin latin nøkrum reiðarum til ognar, og sum tað er ógjørligt hjá hesi og komandi samgongum at broyta nevnivert uttan risastór og ørandi endurgjøld?

Men hví missir sitandi samgonga undirtøka? Jú, hon situr og pilkar við nøkur mál, sum lítlan og ongan týdning hava fyri livikorini hjá vanliga føroyinginum. Tað hevur ongantíð verið truplari hjá ungfólki, løntakarum og einligum forsyrgjarum at fóta sær í Føroyum enn júst nú, meðan ójavnin í samfelagnum millum rík og fátøk bara veksur. Útlendingar koma til landið í stórum tali, meðan høgir leigu- og húsaprísir, grammleiki hjá bankunum og partvíst spekulatión í fastari ogn gera tað ómøguligt hjá nógvum "innføddum" at finna innivist.

Og hví minkar talið av nýføddum børnum nú so bráddliga? Eitt alsamt meira avskeplað samfelag er medvirkandi til, at nógv ung eru stúrin um framtíðina!

 

Jákup Andreasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!