Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bæði Dennis Holm og Ruth Vang eru farin at brúka floskulin "Tað er ein politisk ætlan" sum grundgeving fyri ikki at lurta eftir ser- ella løgfrøðini. Tað má sigast at vera eitt vandamikið rák, og fyrrnevndi er nú kærdur fyri Landsstýrismálanevndini. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Við lóg skal land byggjast – ikki við egináhugamálum politikaranna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.05.2024 - 16:40 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er í besta føri ódámligt, at landsstýrisfólk eru farin at tilsíðisseta ikki bara serfrøði, egna fyrisiting og ráðgeving, men møguliga enntá eisini lóg og rætt, bara “tí tað er eitt politiskt ynski”. Í versta føri kann tað hava við sær bæði misálit á skipanina og endurgjaldskrøv.

Tað er sjálvandi í lagi, at politikarar vilja nakað annað enn serfrøðin. Man kann eisini argumentera fyri, at teimum ikki nýtist at lurta eftir ráðgeving, hóast teir sjálvir hava biðið um ráð; tað hava teir loyvi til, hóast tað tá byrjar at vera eitt sindur odiøst. Men tað er ikki í lagi, at landsstýrisfólk seta til síðis galdandi lóg og rætt, bara tí teir sjálvir høvdu viljað, at veruleikin var ein annar.

Í løtuni eru vit vitni til, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum býtir kvotur út av nýggjum og til aðrar aktørar enn teir, sum annars høvdu skulað fingið tær. Hetta hóast felagið Nótaskip hevur fingið advokat at meta um tað, og hesin metir býtið vera gjørt í heimildarloysi. Tá eigur í øllum førum at vera gjørt eitt time-out. Men nei; landsstýrismaðurin trumlar sín vilja ígjøgnum.

Í niðurstøðuni hjá advokatinum, sum kann lesast her, stendur m.a. "Tá býtið av svartkjafti er so neyvt definerað í sjófeingislógini millum ymisku bólkarnar, meti eg ikki at fiskimálaráðharrin í kunngerð hevur heimild at broyta hetta býtið".  

Hetta kann í versta føra við sær eitt endurgjaldskrav í milliónaklassanum frá teimum, sum sambært lógini áttu at havt fingið rættindini. Og tað endurgjaldið skal Palleba gjalda. Við øðrum orðum skal føroyski skattgjaldarin rinda milliónir, um tað vísir seg, at landsstýrismaðurin ikki hevði heimild til at leska tey, hann fegin vil leska, við fiskirættindum í føroyskum øki.

Men landsstýrismaðurin sigur bara, at “tað er eitt politiskt ynski”, sum um tað merkir, at tað er í lagi, at politisk ynski trumfa galdandi lóg og rætt.

Tað er ikki sørt, at tankarnir ferðast aftur til minniliga interviewið hjá David Frost við Richard Nixon, har síðstnevndi fyri opnum skermi proklameraði, at “Well, when the president does it, that means that it is not illegal!”.

Vit eru í hesum døgum eisini vitni til, at serfrøðin í Fíggjarmálaráðnum mælir til at seta uppskotið um tøkugjøld í alivinnuni á pausu, tí tað fer at viðføra fleiri juridiskar forviklingar at trumla fram við tí nú leyst frá aðrari lóggávu um skatting av alivinnuni. Trupult kann vera at rokna skattin, og tað verður torført at fáa lógina at virka eftir sínum endamáli, tí regluverkið gerst ógreitt og óskynsamt.

Men avvarðandi landsstýriskvinna segði bara eins og hennara starvsfelagi í Fiskimálaráðnum, at “Tað er eitt politiskt ynski” at gera so.

Eru vit á veg har til, at Landsstýrið bara kann stýra við kunngerðum við ongari ella ivasamari lógarheimild, tí tað er eitt politiskt ynski? Og tá Taks, embætisverkið í Fíggjarmálaráðnum ella onnur serfrøði biður um at steðga á, so lóggávan ikki gerst ein vavgreytur, ið fer at viðføra tilvildarliga fyrisiting og líka tilvildarliga skattaálíking, er tað so heilt í lagi at siga, at tað síggja vit stórt uppá, bara tí tað er eitt politiskt ynski?

Tá ið tað er eitt politiskt ynski at gera okkurt, so er rætta mannagongdin at gera greiða lógargrundarlagið og harvið fáa lógarheimildirnar til vega fyrst, og síðani útinna politiska ynskið við støði í tí. Altso má greiða lógargrundarlagið koma fyrst, og síðani kunnu politisk ynski setast í verk í samsvari við lógina. Hesum hevur sitandi Landsstýri vent á høvdið, og tað kann hava við sær fleiri juridisk eftirspøl, fyrisitingarligar fløkjur og endurgjaldskrøv.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dysturin fyribils útsettur
Norðlýsið útvarpar beinleiðis í kvøld
Felags Valkafé í Varpinum í kvøld
Grønari loysnir og skynsomar íløgur: ein…
Longst møguligt í egnum heimi:
Góðu veljarar !
Bussleiðin skal gerast enn betri
Møguleikar Miðfloksins at fáa umboð vald…
Eldraøkið - Kærleiki til einstaka mennis…
Stjørnan tekur í móti StÍF
Áhugafelagið Nólsoyar Páll aðalfund
Eldradepilin skal gerast veruleiki skjót…
Eftir næsta val kunnu Búðirnar stjórna F…
Skúlatrøð - annað og triðja byggistig sk…
Parkeringin skal loysast
Vikan 26.oktober 2024
“Heiður hinna gomlu er hini gráu hár”
Gongugøtu kring vágna á dagsskrá sum skj…
Norðlýsið tippar: Tað verður Sirið Stenb…
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík