Eru einglarnir horvnir?
Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu:"Heiður veri Guði í hægsta himli og friður á jørð í menniskjum, sum Guð hevur tokka til" (Luk. 2,13).
Ein dagin fyrst í adventini i 1972 spurdi lærarin hjá okkum í hebraiskum, um vit høvdu lisið yvirskriftina í einum av kendu bretsku dagbløðunum, sum ljóðaði soleiðis: "Eru einglarnir horvnir?" Greinin var ein viðmerking til sending hjá BBC-sjónvarpinum, har tey vildu vera við, at einglarnir vóru ikki bara horvnir, men at einglar aldrin høvdu funnist; at teir í veruleikanum bara vóru menniskjaligt gykl. Men hesum tók lærarin hjá okkum, rabbi David, als ikki undir við og vísti aftur til teir gomlu jødisku skriftlærdu, sum søgdu, at "einglar verða bornir í heim, hvørja ferð tosað ella hugsað verður um Guð ella tað guddommiliga!".
“Rabbi” segði eisini, at kanska hevur ongin enn tikið eina mynd av einum eingli, men kortini eru teir eins veruligir og tú og eg, tí teir eru ein orðabrúgv millum guddómleikan og okkum. Teir eru har, tá undrið er hent, og vit standa andlit til andlits við okkurt, vit ikki hava orð fyri, og tá vit innast inni eru sannførd um, at ein ósjónlig hond tók sær av okkum. Í frásøgnini hjá Lukasi um føðing Jesu tróta einglanir ikki, og vit hitta teir eisini aftur páskamorgum, sum boð um, at her var nakað stórt, nýtt og øðrvísi á vási, at himmal og jørð hittust í fatæka pinkubarninum og í hinum upprisna, sum hevði liðið ein skammiligan deyðadóm. Gerandisorð og myndir einans rukku ikki til at siga frá dýpdini í hesum stórhendingum.
Fyri verðsligum eygum hevur byrjanin á lívi Jesusar neyvan sæð út av mongum, og endin av døgum hansara – krossfestingin – var, sum longu nevnt aðrastaðni, eftir tátíðarmeting ein stór skomm! Men Lukas evangelistur livdi undir glæmuni frá tómu grøvuni, og tí sá hann alla Jesus-hendingina i heilt øðrum ljósi. Hann kendi tey, ið høvdu hitt hin upprisna! Hann var sannførdur um, at fátækamannabarnið, hvørs lív endaði á ein óvirðiligan hátt, hevði brotið allar tilverunnar reglur. Maðurin var ikki bara ein vanlig menniskja, men hann var eisini eini boð frá ævinleikanum.
Jólaevangeliið hjá Lukasi er millum mangt annað eisini ein prædika um, hvør Jesus veruliga var. Jólaboðskapurin hjá Matteusi er helst eisini ein prædika, og báðir seta teir Jesubarnið inn í heimssøguna, við at siga nær og hvar hann var føddur, undir hvørjum verðsligum valdi, við mannteljingini, himmalska herskaranum, hirðunum og vísu monnunum uttan úr stóru verð. Og teir skriva báðir út frá teirru sannføring. at í Jesusi møttust núið og ein onnur dimensión á ein heilt serligan hátt. Teir livdu í einum heimi, har enn var rúm fyri einglunum og fyri undran!
Okkara univers er helst vorið nógv fátækari, tí nú skal alt kunna vigast, mátast og avmyndast fyri at vera veruligt. Hjá forfedrum okkara var støðan ørvísi – har var tilveran full av vættrum, trøllum, spøkilsum og mongum øðrum. Men har var eisini rúm fyri himmalska herskaranum, og har var pláss fyri verndareinglum, sum gjørdu hóttandi og ræðandi tilveruna fjálgari. Har var rúm fyri takksemi og undran, tí tað góða í tilveruni tá var nógv minni ein sjálvfylgja, enn tað er í dag! Vit kundu eisini lagt nakað afurat orðunum hjá teimum gomlu skriftlærdu í Ísrael og sagt, at einglar verða somuleiðis bornir í heim, hvørja ferð vit undrast ella siga takk! Hvørja ferð vit kenna okkum umgird av himmalskari góðsku og vakurleika!
Í myrkrinum her í desembur rættir lítla barnið í krubbuni armar sínar móti okkum saman við eingalskaranum og býður okkum at koma inn i hitan, hugnan og tryggleikan, har kærleikin, næstrakærleikin og guðskærleikin valdar. Einglarnir eru eins veruligir hesi jólini og hini fyrstu jólini í Bethlehem. Tað velst helst bara um eyguni, ið skoða; um sinnið, ið leitar, og um viljan til at undrast og síggja tilverunnar djúpasta vakurleika og sannleika í lítla Jesusbarninum, og í tí, sum hetta barnið hevur avrikað fyri ótaldum milliónum av trúgvandi gjøgnum øldirnar.
Einglar tað kvóðu
jólanátt for hirðum,
mann eftir mann hoyrdist sama lag;
Friður á foldum
menniskja, frø teg.
tær føddur frelsari er í dag.
(Slb. 132, ør. 3)