Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hóast fyritøkurnar í fiskivinnuni sum heild eiga ein nógv minni lut enn alifyritøkurnar í alivinnuni, vil landsstýrismaðurin hava smærri aktørar í fiskivinnuni. Eisini vil hann forða útlendingum áðrenn tíð og sjálvur sleppa at útluta meira. | Mynd: Fiskimálaráðið

Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm kollvelta fiskivinnuna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.12.2024 - 20:47 Politikkur Tíðindi Vinna

Tveir dagar eftir, at Løgtingið fór í jólafrí, kom Dennis Holm, landsstýrismaður, tann 20. desember við einum kollveltandi lógaruppskoti, har føroyska fiskivinnan enn eina ferð skal nýskipast. Dennis Holm ynskir millum annað, at ongin aktørur í fiskivinnu longur skal kunna hava meira enn 15% av veiðirættindunum (tó 25% í Barentshavninum). Og so vil hann eisini nokta verandi útlendskum aktørum at økja sín lut, og nokta nýggjum útlendskum aktørum atgongd, hóast meira enn 7 ár eru eftir, til teir skulu vera burtur.

 

 

Hóast talan er um so prinsipiellar og grundleggjandi broytingar, at tað ber til at kalla lógaruppskotið hjá Dennisi fyri eina fiskivinnunýskipan í sær sjálvari, so hevur ikki verið nevnivert kjak um hetta á tingi ella í almenninginum. Lógin fór til hoyringar beint fyri jól, og hoyringarsvarini skulu vera inni í seinasta lagi 20. januar – nakað sum uttan iva fer at noyða aktørarnar í fiskivinnuni at arbeiða yvir um jóltíðir og á nýggjárinum við at orða síni mótmæli.

Tað fekk Árna Gregersen mánadagin 23. desember í FM1 at spyrja ein av aktørunum, Hanus Hansen, reiðara á JFK, um, hvussu broytingin fer at ávirka teir í vinnuni. Hanus svarar: – ”Hetta er rættiliga alvorligt. Eg má siga sum mín gamli skipari og reiðari, Mortan Johannesen, segði, at okkara versti fíggindi er myndugleikarnir. Tað haldi eg, man má siga um hetta her. Tað er rættiliga ógvisligt at koma við knappliga, og vit hava hoyrt øgiliga lítið um tað. Hetta fer fyrst og fremst at ganga út yvir Klaksvíkina, Fuglafjørð og Gøtu – júst sum tá vit fingu nýskipanina við uppboðssølu á sinni”.

Hanus Hansen heldur fram: – ”Í Vági vóru 2 stór feløg, teir á Gørðunum og Jákup Joensen, og á Tvøroyri vóru Mortensen- og Thomsen-menninar. Vit hava havt stór reiðarí í Føroyum, sum eru blivin vekk, og har var ongin politisk uppíblanding. Eg skilji tí ikki, hví tað er neyðugt við politiskari uppíblanding nú. [...]

 

Oyðileggur sera nógv fyri JFK

Hanus Hansen sigur seg hava vónað, at lógin um at fáa útlendingar úr fiskivinnuni fór at verða broytt áðrenn 2032, men um hon varð verandi í gildi, so kundu teir í JFK hugsað sær at keypt útlendska ognarlutin frá teimum útlendsku eigarunum, sum eiga hann nú. Men heldur ikki tað fer at bera til undir lógini hjá Dennisi Holm. Tí so blíva teir í JFK ov stórir.

Danski Tjóðbankin hevur eisini sagt, at tað er ein stórur feilur at útihýsa útlendingum, tí harvið fær man ikki útlendskan kapital til landið. Í alivinnuni ber til dømis til at hava 100% útlendskan ognarskap uttan víðari, umframt at antitrust-markið har er heilt uppi á 50%. Og búskaparliga serfrøðin í Føroyum mælir eisini frá at herða nakað antitrust (sí keldu niðast í greinini). Hanus Hansen sigur, at JFK hevur javnan uppkeypt ”neyðlíðandi projekt” og harvið bjargað virksemi, men nú fer tað heldur ikki at bera til.

 

Hvat sigur samgongan?

Tað undrar sjálvsagt, at Dennis Holm kemur við hesum fýra nætur fyri jól, og møguliga væntaði hann at kunna flúgva undir radaranum á tann hátt. Løgtingið hittist nevniliga ikki aftur fyrrenn mikudagin 15. januar, og tá eru bara 5 dagar eftir at senda hoyringarskriv inn. Hevur Dennis Holm veruliga fingið grønt ljós til hetta frá forkvinnuni í Tjóðveldi? Og hendir hetta við vælsignilsi frá norðoyatingmanninum Eiriki í Jákupsstovu og/ella suðuroyartingmanninum Bjarna Hammer? Tað lysti okkum at fingið at vita ...

 

Kelda til útsøgnina hjá búskaparfrøðingunum um antitrust: https://nordlysid.fo/tidindi/83946/serfrodin-maelir-fra-at-herda-antitrust

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024
- Høvdu hesir veggirnir kunnað talað
Jóla­heilsan frá Hav Saga
Jóla­heilsan frá Bourbon Topaz