Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Høvdu hesir veggirnir kunnað talað

SKRIVAÐ: Klaksvíkar Sjúkrahús  |  22.12.2024 - 18:18 Tíðindi

Sum vit hava nevnt áður, so fara vit at taka søgur og frásøgnir fram um gomlu læknahúsini. Vit hava tosað við Jógvan við Keldu, ið var limur í sjúkrahússtýrinum árini frá 1977-1984.

 

 

”Høvdu hesir veggirnir kunnað talað, høvdu mangir sannleikar sæð dagsins ljós” Soleiðis byrjar Jógvan sína frásøgn. Hann sigur víðari, at Klaksvíkar Sjúkrahús livdi undir sera ”tumultariskum” umstøðum í eini 20 ár frá umleið 1950. Skiftandi læknamanning var ein avbjóðing og sjúkrahúsumhvørvið stríddist fyri at fáa betri umstøður at virka undir.

Hesin serligi parturin fór fram til vit fyrst í 1970’unum fingu eitt nýbrot, ikki bara fyri hetta sjúkrahúsið, men fyri føroyska samfelagið. Hetta var tá Gordhan Rajani varð settur í fast starv.
Rajani gjørdist ikki bara sjúkrahúslækni, hann hevði sergrein í ortopedi, sum tá ikki fanst í Føroyum.

Hetta gjørdust nøkur heilt serlig ár, mennandi og spennandi og færri sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar til viðgerð, tí nú kundu teir viðgerast her heima. Hann var í Baltimore og fekk upplæring í at skifta knø og mjadnar. Tá hann so kom aftur til Klaksvíkar Sjúkrahús og fór undir hesar skurðviðgerðir, var tað samstundis sum donsku sjúkrahúsini byrjaðu, so tað hevur sanniliga verið eitt nýbrot.

Í sjúkrahúslógini var ásett, at hvørt sjúkrahús skuldi hava eitt sjúkrahússtýri, við 5 limum úr ávíkavist løgtinginum, ríkisumboðsmanni og umboð valt av landsstýrinum. Samstundis var eisini eitt felags-sjúkrahússtýri, sum hevði 3-4 fundir árliga. Jógvan við Keldu sat í sjúkrahússtýrinum, tilnevndur av Føroya landsstýri. Fyrru fýra árini sum stýrislimur og seinnu fýra árini sum formaður. Hann fór úr stýrinum í 1984, tí hann var valdur borgarstjóri.

Hesi árini sóu vit eisini útbyggingar og serstaka menning, har persónar sum Jóhan Simonsen, Asbjørn Joensen og Vilhelm Johannesen høvdu hetta málið sum hjartamál. Hetta vóru árini, tá útbygd varð ein ortopedisk sjúkradeild fyri allar Føroyar, her mentust serstøku toymini og ortopediska sertænastan SAHVA fekk fasta konsulenttænastu her. Hetta gjørdist tiltikið: eitt vælvirkandi sjúkrahús við góðum trivnaði og einum serliga arbeiðsomum lækna. Men umframt alt hetta ríkiliga arbeiði hjá honum, var hann hugaligur heimamaður, hann og konan, Guðrun, búðu í læknahúsunum við 5 børnum.

Tá børnini hjá Gordhan og Guðrun Rajani vóru og vitjaðu gomlu læknahúsini herfyri, í sambandi við tiltakið Heystglóð, mintust tey aftur á tíðina, tá tey búðu har. Onkur teirra nevndi, at tá ”Rajani og hansara politisku samstarvsmenn fóru inn í sunnaru stovuna við cigarum, so var tað álvari og hurðin varð latin aftur”.

Gordhan og Guðrun og børn teirra vóru seinastu búfólkini í gomlu læknahúsunum, tey fluttu út í 1995.

Jógvan endar sína frásøgn við at siga, at hann fegnast um at læknahúsini – Gula húsið – aftur er komið til heiður og æru. Somuleiðis takkar hann vegna konu sína, Betty, og seg sjálvan, fyri hugnaligar løtur í húsunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024
- Høvdu hesir veggirnir kunnað talað
Jóla­heilsa frá Hav Saga
Jóla­heisla frá Bourbon Topaz
Javnaðar­flokku­rin fór eftir høvdinum í l…
Jóla­heilsan frá Island Clipper
Útsettu dystirnir telvaðir
Bárður venjari hjá Mjølnir
Jóla­heilsa frá Norwind Gale
Norðingur fekk jóla­pakkar
KÍ hevur sett nýggjan hjálparvenjara
Klinik Ravndal pop-up í Klaksvík
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið