Lýsing
Lýsing
Lýsing
Helena V. Kallsberg saman við Karl Johansen og øllum jólamonnunum | Mynd: Jóhann Lützen

Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist Ársins Rósa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.12.2024 - 19:42 Mentan Myndarøð Tíðindi

Forkvinnan í Team Klaksvík vann heiðurin sum Ársins Rósa í 2024

 

Tá Jólaskipið kom á Klaksvík varð eisini Ársins Rósa vald. Karl Johansen bar fram grundgevingarnar og stórur spenningur var hvør tað mundi verða. Men sum hann greiddi nærri og nærri frá mundi tað gerast øllum greitt hvør tað var. Borgarstjórin endaði við at siga "og Ársins Rósa er Helena Venzelsdóttir Kallsberg" og so fóru øll tey mongu at klappa. 

Helena vann eina gávukurv, vásar frá Gallerí Helgi og ein gávukekk á 20.000 krónur

Jólamenninir undirhildu síðani við teirra skemti og tónleiki. Børnini sungu væl við øllum rokkinum. Síðani vóru jólapakkar til øll børnini givin. Tað mundu fara eini 1600 pakkar út. 

Tiltakið vardi líka yvir ein tíma og tá liðugt varð, so fór at regna, men tá vóru tey flestu farin í hvør sína ætt. 

Nevndin í Føroya Sjómannadegi vil ynskja Helenu V. Kallsberg hjartaliga til lukku við heiðrinum sum Ársins Rósa. Takk til Karl Johansen fyri at handa Ársins Rósu. 

Okkara virksemi er hjálparleyst uttan okkara mongu góðu stuðlar sum vit vilja takka:

  • Norðoya Sparikassa
  • Christian í Grótinum
  • JFK
  • Klaksvíkar kommunu
  • Føroya Banki
  • Mikkjalson flutningur
  • Búrhella
  • Klaksvíkar Sløkkilið
  • Norðoya Bjargingarfelag
  • og øllum hjálparfólkunum

 

At enda vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Stjørnan tekur ímoti VÍF í kvøld
Torradagar í Smæruni
Kaðalslit á vestara armi í Klaksvík
Beinir setir gongd á pallin á sandinum
Trojanskur skatta­politikkur
Búnaðarstevnan fyri 10. ferð
Løgmaður: - Vit mugu gerast eitt sjálvst…
Myndarøð: Silva Cup 2025
Løgmaður: - Tað verða broytingar í sjófe…
Komi við! HR-løgfrøði 1 – 3 byrjar 14.fe…
Føroyingar í Norsku Sjóbjarg­ingar­tænastu…
So javnt millum føroyingar Føroyar