Lýsing
Lýsing
Lýsing

So javnt millum føroyingar Føroyar

SKRIVAÐ: Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin  |  03.02.2025 - 16:17 Politikkur Tíðindaskriv

Við Javnaðarpolitikkinum eru stóru vinnarnir tey hægst løntu, meðan taparnir eru tey lægst løntu og pensjónistar.

 

Avgjaldspolitikkurin hevur verið øgiligur. Sambært skjølunum í Løgtingsmáli nr. 36/2023 rindar eitt vanligt húsarhald nú 2.505 krónur meira árliga í avgjøldum á el, bensin og olju.

Afturat hesum koma onnur eyka gjøld, eitt nú hægri egingjald á heilivági og eitt hækkað kringvarpsgjald.

Samgongan hevur hug at erpað sær av einum skattalætta. Men fyri tey lægstløntu er einki at heinta.

  • Ein pensjónistur, sum livir av pensjónini, hevur yvir tvey ár fingið ein skattalætta upp á 1.100 krónur.
  • Ein lágløntur við eini inntøku á 20.000 krónur um mánaðin hevur fingið 2.550 krónur í skattalætta.
  • Hinvegin hevur løgmaður hevur fingið ein skattalætta á 3.050 krónur.
     

Men pensjónir og lønir eru eisini hækkaðar...

  • Pensjónin er hækkað við 520 krónur um mánaðin.
  • Ein lágløntur hevur yvir trý ár fingið ein samlaðan lønarvøkstur á 2.600 krónur um mánaðin.
  • Løgmaður hevur samstundis fingið ein lønarvøkstur á yvir 12.000 krónur um mánaðin
     

Afturat løgmanni, eru tey hægst løntu stóru vinnarnir.

Ein, sum tjenar 50.000 krónur, hevur fingið uml. 7.000 krónurum mánaðin í lænarhækking OG hægsta skattalættan, nevnliga 13.050 krónur um árið.

Hetta samstundis sum vit hava havt methøgar príshækkingar.

 

Tað er lætt at rokna út, at tey, sum frammanundan høvdu lítið, nú hava enn minni, meðan tey, sum longu vóru væl fyri, hava fingið enn meira.

Við javnaðarkvøðu, havi eg hug at siga sum sangarin í Klaksvík:

So javnt millum føroyingar Føroyar.

 

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið