Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fø 7114 var ein Peugeot-stationcar, sum varð brúktur til rutukoyring norður um Fjall. Bilurin hevði rúm fyri 3 ferðafólkum. | Mynd: Norðlýsið, dagf. 5. februar 1999

Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.12.2024 - 10:00 Mentan Myndarøð Politikkur Vinna

Miðdepilin og hjartað í Norðoyggjum hevur frá stutt eftir landnáminum verið tingstaðurin á Køtlum, og tað er hugfarsligt at síggja, at megin-ferðsluæðrin, sum knýtur allar seks oyggjarnar í Norðoyggjum saman, framvegis gongur eftir somu leið, tó at farið verður støðugt longur oman í lendið.

 

 

Flestu búsetingarnar fyri Norðan Fjall eru elligamlar, sannlíkt væl yvir túsund ára gamlar, og hava hjálpst við gøtum og varðum at ganga eftir hesi fyrstu túsund árini. Bert góð øld er liðin, síðani fyrsta millumbygda-vegasambandið í Føroyum, sum var vegurin millum Skopun og Sand frá 1916, kom. Fyrsti tunnilin í landinum er frá 1963, og annars hevur tað verið sjógvurin, sum hevur verið álitið. Men í Norðoyggjum vita vit, at fólk eru farin farleiðina yvir um Fjall frá fyrndartíð av heldur enn at sigla, og tað vitnar gamli tingstaðurin á Køtlum um.

Áneyðirnar at binda oyggjar og bygdir í Norðoyggjum saman við regluligum ella støðugum sambandi munnu hava verið íkomnar av álvara við økingini av tørvinum at senda boð og farm millum bygda. Við øðrum orðum kann tørvurin á føstum sambandi norður um Fjall førast aftur til postflutningin, sum tók seg upp í seinnu helvt av 19. øld.

Tað kann vera torført fyri seinmodernaðu menniskjuna at skilja týdningin, sum postflutningur hevði fyrr í tíðini. Men tað gav góða meining í samtíðini, at postboð vóru tænastumenn. Hetjan í filminum The Postman frá 1997 við Kevin Costner er eitt postboð, sum byggir sivilisatiónina upp aftur eftir at heimurin er gingin undir. Í einum heimi uttan talgildar hentleikar ella telesamskifti fluttu postboðini reiðan pening, heilivág og vóru altavgerandi fyri samskiftið í landinum.

At úthandil verður settur á stovn í Klakksvík í 1837 og eftirfylgjandi ídnaðargerðin flytur miðdepilin í Norðoyggjum til Klaksvíkar, ger eisini Klaksvíkina til flutningsdepil. Postur verður lagdur inn í gamla Einahandilin, og í 1872 vita vit, at havnarmaðurin Conrad Nicolajsen (1842-1916) ber postin út í Norðoyggjum. Frá fyrrverandi Einahandlinum fer Conrad til gongu yvir um Sandin til Myrkjanoyra, niðan gjøgnum portrið á Gørðum, eftir gøtuni sunnan fyri Ravnagil og á Áarskarð, og haðani antin gjøgnum Katlarnar, Toftaskarð ella Breytastígar. Posturin til Múla, Svínoyar og Fugloyar varð lagdur í Norðdepli, og so helt Conrad leiðina fram til Viðareiðis við posti. Postbátur var ikki longu tá, so posturin hevur bíðað í Norðdepli við at fara út í Fugloynna, til tá bátur annars legði sær leiðina tann vegin.

Í 1914 byrjar postbáturin at sigla við posti til oyggjarnar í Norðoyggjum, og í 1932 søkir Marianna Fuglø, seinni Hansen, í Hattarvík um at gerast postskiftisskvinna, sum tað tá æt, í Hattarvík, og fær starvið. Eftir øllum at døma hevur pápi hennara, Tróndur Fuglø, røkt starvið frammanundan, men nær ella hvussu leingi vita vit ikki. Vit vita tó, at farleiðin eftir oyggj við posti javnan hevur verið trodd, í øllum førum tá postbáturin ikki fær samband við báðar bygdirnar í oynni vegna ókyrru. Asfalteraður vegur kemur ikki fyrrenn í áttatiárunum.

Posturin úr Hattarvík verður borin til Kirkju og haðani avskipaður til Hvannasunds ella Viðareiðis, og haðani til Árnafjarðar og har frá til Klaksvíkar. So hóast postbátur var, varð framvegis eisini gingið um Fjall á Borðoynni. At forni tingstaðurin hevur ligið millum báðar núverandi tunnilsmunnarnar er eisini prógv um, at norðoyingar longu í fyrndartíð hava valt farleiðina um Fjall heldur enn sjóvegis, hóast tað neyvan altíð hevur verið tað høgligasta. Veðurlíkindini hava gjørt av, hvør farleiðin varð vald, og at postbáturin Barsskor frá 1929 regluliga sigldi norður um Múlan við posti, er væl kent. Hendan siglingin datt ikki burtur fyrrenn í áttatiárunum, tá ið fasta sambandið kom.

Sum tíðin líður, gerast bæði farleiðin um Fjall og um Múlan ótíðarhóskandi. Í tingsetuni 1957/58 leggja norðoyatingmenninir Rikard Jacobsen og Hákun Djurhuus tí uppskot fyri Løgtingið um berghol norður um fjall og brúgv (ikki byrging) um Hvannasund, og í 1959 ger Poul Olsen, tingmaður, enn eina roynd. Um hetta mundið munnu eini 1.000 fólk búgva fyri eystan Múla, metir hann, og Poul Olsen greiðir frá, at fólkatalið har er í minking. Vit vita, at í eitt nú Fugloy búðu 195 fólk í 1950, so skjótt hevur gingist skeiva vegin. Framvegis í dag er fólkatalið eystan Múla undir tey túsund, og tað er enntá, um Árnafjørður verður tikin við. Tað er tó í løgmansskeiðnum hjá nevnda Hákuni Djurhuus, 1963-1967, at tunlarnir báðir, teir fyrstu í Norðoyggjum, gerast veruleiki.  

Fagnaðurin var stórur, men við at kaga í gomul bløð frá tíðini sæst, at skjótt gerast tunlarnir ov lítlir. Ikki fyrrenn í 1988 er arbeiðið at gera møtipláss í teimum komið væl áleiðis, og tá verður borið upp á mál um at breiðka og hækka tunlarnar. Tað verður tó av ongum, møguliga tí at tað hevði verið neyðugt at stongt tunlarnar fyri at gjørt tað, og at sjálvt tá hevði arbeiðið tikið eitt ár, stendur at lesa. Nú er orsøkin til ynskiligu víðknanina at geva vinnuni betri umstøður. Tað skuldu tó ganga ikki minni enn 34 ár, frá tí at tørvurin varð staðfestur, til farið var undir at gera nýggjar, tíðarhóskandi tunlar. Ein meginorsøk var sjálvsagt fíggjarkreppan í nítiárunum, sum útsetti so manga verkætlan.

Søgan vísir tíverri ikki, at samband altíð er millum samferðsluútbyggingar og fólkavøkstur ella fráflyting. Fólkatalið Eystan Múla er ikki størri í dag enn áðrenn tunlarnir komu, og vegurin til Múla verður javnan tikin fram sum dømi um, at íbúgvarnir brúktu hann til flytibilarnar, tá tey fluttu úr bygdini, tey seinastu í 1992. Múla var annars ein blómandi bygd við 31 íbúgvum, harav 10 vóru skúlabørn.

Umframt atlit til liviumstøður og vinnulív fyri Norðan Fjall hendi eisini ein broyting í 1998, sum gjørdu tíðarhóskandi tunlar átrokandi. Tá kom í gildi nýggj fólkaskúlalóg, ið staðfesti, at føroysk børn skuldu ganga í minsta lagi 9 ár í skúla og ikki longur bert í 7 ár. Tað vóru, og eru, bert fólkaskúlarnir í Klaksvík, sum høvdu framhaldsdeild, og hetta merkti, at børn máttu gjøgnum tunlarnar hvønn gerandisdag. Mangar eru søgurnar um foreldur, sum ikki vóru trygg við at lata tey fara, tí longu í 1990’unum vóru tunlarnir norður um Fjall ótíðarhóskandi, og ja, onkur vil siga vandamiklir.

Tað vóru eisini atlitini til skúlabarnaflutningin, sum gjørdu, at Viðareiðistunnilin varð boraður og til reiðar at taka í nýtslu í 2016. Mangan hevur verið ført fram, at hesin tunnilin var orsøkin til, at nýggju tunlarnir Norður um Fjall vórðu skotnir langt út í framtíðina, men tað er ilt at síggja grundgevingarnar. Í øllum førum hendir onki árini 2016-2019, og síðani verður farið til Hvalbiar, áðrenn økið Eystan Múla stendur fyri tørni. Sostatt hendir júst tað sama fyri nýggju tunlarnar, sum hendi fyri teir gomlu í 1957/58, nevniliga at farleiðin norður um Fjall verður at bíða, til borað er til Hvalbiar.

Eitt varisligt boð upp á orsøk til útsetingarnar kann vera ósemjan um linjuføringarnar, tó at tað valla man vera einasta frágreiðingin. Mong vóru tey, sum vildu hava Árnafjarðartunnilin at koma út í Gerðabø, men mong vóru eisini ímóti, og ætlanin verður av ongum.

Søgan sigur okkum tó, at tá ið farleiðirnar eru komnar og eru farnar at virka fult og heilt, so standa føroyingar saman um frambrotini, og gamlar ósemjur verða lagdar til viks.

 

Keldur:

Gamlar myndir úr Norðoyggjum, Facebook-bólkur.

Løgtingstíðindi, 1. januar 1959.

Norðlýsið, 26. mars 1976 og 8. juli 1988.

Norges arktiske Universitet, https://gtsvn.uit.no/freecorpus/converted/fao/wikipedia/fowiki.txt.xml

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg