Lýsing
Lýsing
Lýsing
John Michael Osbourne, betri kendur sum Ozzy Osbourne var 76 ár nú hann doyði

Paranoid og ein punkterað Puch Maxi

SKRIVAÐ: Fróði Løksagarð  |  22.07.2025 - 23:46 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Nakrir tankar, nú The Prince of Darkness fór í annað ljós

 

 

Eitt gamalt transistor-radio við einum ivasomum bandspælara og einum kopieraðum bandi við Black Sabbath, er mítt fyrsta minni um Ozzy Osbourne. Pallurin er verkstaðið í súkkluhandlinum hjá Páll Thomsen, sála, einaferð miðskeiðis í áttatiárunum, har ein vinmaður og eg plagdu at hjálpa til eftir skúlatíð. Vit hava verið eini 14–15 ára gamlir, og áhugin fyri tónleiki var spírandi.

Millum BMX-súkklur, knallertir og amboð koyrdi tónleikurin fyri fullum útblástri. Serliga bandið við Black Sabbath varð nógv spælt. Løg sum Paranoid, Iron Man, War Pigs og Changes dunaðu í hálvfuktiga kjallaranum, millum hamarsløg og knallertir við holi á útstoytinum. Akustikkurin var so sum so og gangurin nógvur. Páll var tolin maður, og onkra hendinga ferð gloppaði hann hurðina og bað okkum dempa eitt sindur, so hann og viðskiftafólkini ikki gjørdust heilavill inni í handlinum.

Høvuðsmaðurin í Black Sabbath var Ozzy Osbourne, ein karakterur við heilt serligari nærveru, og eini rødd, sum bar við sær ein farra av apokalyptiskum dámi. Saman við Tony Iommi, Geezer Butler og Bill Ward, allir úr Birmingham, vísti hann veg inn í ein nýggjan tónleikaligan heim. Útgávan Black Sabbath frá 1970 var teirra fyrsta, og talan var um nakað heilt annað, enn heimurin hevði hoyrt frammanundan. Tungur, seigur rokkur við myrkum, ófrættarkendum undirtónum. Tað var somikið slóðbrótandi, at tað er ikki ov nógv sagt, at Black Sabbath staðfestu støðið undir allari heavy metal-sjangruni, sum fór at spretta um hetta mundið.

Eftir útgávuna í 1970 gekk skjótt fyri seg. Black Sabbath vórðu ikki bara eitt tónleikanavn, teir vórðu eitt fyribrigdi. Í einum tíðarskeiði merkt av hippierørsluni, Vietnam-krígnum og sosialari óvissu, vóru teir sum eitt ekkó úr einum øðrvísi veruleika – einum, sum ikki fjaldi myrkrið, men vísti tað fram. Plátur sum Master of Reality, Vol. 4 og Sabbath Bloody Sabbath løgdu lunnar undir tað, sum seinni gjørdist kent sum doom, stoner og sludge metal. Tað var tónleikur til teirra, sum ikki kendu seg heima í ljósa og vakra partinum av tilveruni. Og Ozzy, við síni øru, skitnu rødd, bleiv sjálvur andlitið á eini heild, sum annars var bæði tung og instrumentalt orienterað.

Men lívið í Black Sabbath var ikki bert ein varligur dráttur í tara. Innanhýsis trætur, rúsevni og trýst gjørdu sítt. Í 1979 varð Ozzy koyrdur úr bólkinum og tað, sum kundi verið endin, gjørdist ein nýggj byrjan, bæði fyri Ozzy Osbourne og fyri Black Sabbath.

Yrkisleiðin, sum einstaklingur, byrjaði við útgávuni Blizzard of Ozz í 1980. Her hoyrdist beinanvegin, at tað var nógv meira eftir í manninum. Crazy Train gjørdist eitt lýsandi rokk peilimerki, og saman við gittarsnillinginum, Randy Rhoads, tók Ozzy seinastu fetini frá at vera útskúgvaður Sabbath-høvuðsmaður til at vera fullgingin heimsstjørna. Útgávur sum Diary of a Madman, Bark at the Moon og No More Tears prógvaðu, at hann megnaði bæði tað teatralska, tað sjálvironiska og tað melankolska. Eins nógv klovnur og illimaður, men eisini ein, ið tordi at vísa kenslubornan eymleika millum skríggini.

Tíðin fór, men Ozzy for ikki. Hann gjørdist eitt ikon innan poppmentan við góðari hjálp frá MTV, bæði sum tann ólátaði pápin í The Osbournes, og sum halgimenni í metallheiminum. Og hóast hann mangan segði seg ætla at gevast, kom hann altíð afturíaftur.

Í 2013, meira enn 30 ár eftir at hann fór úr Black Sabbath, komu teir saman aftur við útgávuni 13. Plátan var framleidd av Rick Rubin. Ein endurtøka av Sabbath-ljóðinum við einum ekkó úr myrkrinum, full av eftirklangi og skuggum. Tað var ikki tað sama uttan Bill Ward á trummum, men Tony Iommi og Geezer Butler vóru við, og røddin hjá Ozzy var lødd við tí gamla máttinum. Ein seinasta útferð, ein metalliskur epilogur.

Eg hoyrdi Black Sabbath á Copenhell í 2016. Ein møguleiki, eg ikki kundi lata fara framvið. Tað var hátíðarligt, ja næstan religiøst, at síggja teir standa har, eldri og merktir av árum, men enn við neistanum í hjartanum. Children of the Grave, Snowblind, Into the Void, tað vóru ikki bara løg; tað vóru sálmar til eitt ættarlið, sum vaks upp í mótvindi.

Seinastu árini gjørdust tyngri. Heilsan hjá Ozzy versnaði, hann fekk bæði Parkinson-líknandi sjúku og fleiri skurðviðgerðir, sum gjørdu tað trupult at ganga. Konsertferðir vórðu avlýstar, og tað ljóðaði at hann ikki fór aftur á pall. Men hann royndi. Hann gav tvær plátur út afturat, Ordinary Man (2020) og Patient Number 9 (2022), tungt lessaðar við tónleikagestum og sjálvsrannsakan. Hetta var ein maður, sum kendi sína tíð, men sum ikki legði seg at doyggja.

Nú er hann farin, The Prince of Darkness, sum bæði var ein óttafullur familjumaður og ein tónleikaligur trúarleiðari. Ein fyrimynd, ið helst ikki vildi vera tað, men sum bleiv tað, tí hann vísti okkum, at brot, skursl og mein á leðini kunnu vera keldur til tónleikaligan stórleika.

Eg minnist enn kjallaran hjá Pálli, einaferð í áttatiárunum. Ein punkteraður Puch Maxi í horninum. Ein bandspælari við kopieraðum bandi, sum tráðspældi Paranoid við ójavnari ferð. Ozzy ljóðaði sum ein, sum kendi mørkini. Og kanska tí hildu vit so nógv av honum, tí hann vísti okkum, at mørkini eru ikki endin. Tey eru byrjanin til nakað annað.

Takk fyri løturnar og takk fyri tónleikin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunsturin at skjóta út til horna
Vestur­lendsk framleiðsla í russiskum Fra…
Paranoid og ein punkterað Puch Maxi
Katrin og Alex Sólstein krúndiamantbrúðl…
Søgan um Merle Haggard (8:9)
Nýggir dímunardropar á handilshillunum
Samson M/­s norðuri við Jan Mayen eftir n…
KÍ-hópurin er komin til Serbia
Skal ES nú steingja føroyskar havnir?
Sjálvt Hitler megnaði ikki at týna Fudba…
85 ára Føðingardagur
Politiið ger venjingar við Tjarnir í dag
Gamli Pison farin seinasta túrin
Sansa upplivingar í náttúruni
Eykaaðalfundur í Norðoya Bátafelag
Ráðstevnan ’Vitan til varandi aling - VT…
Góði limur í Áhugafelag­num Spinnaríið
EGS-skuld mett at vera 30% av BTÚ í 2025
Treysti fýra luttakarar á Oyggja­leikunum
Føroyar vertur fyri altjóða IASST fundi…