
Katrin og Alex Sólstein krúndiamantbrúðleyp
Mikudagin 23. juli kunnu hjúnini, Katrin og Alex Sólstein hátíðarhalda ein stóran dag - krúndiamantbrúðleyp, eftir 65 ára hjúnalag. Dagurin verður hildin saman við teimum nærmastu.
Katrin, sum er ættað av Biskupstøð, er fødd 27. september í 1937. Alex er føddur 1. oktober í 1930 og er ættaður úr Køkinum uppi í Uppsølum.
Tey bygdu snotiliga og rúmliga heim teirra undir Fossum tíðliga í 1960-unum. Síðani komu børnini, Birgit, ið starvaðist í London sum djóralækni, Andras, ið starvast sum savnsvørður á Fornminnasavninum. Páll, ið starvast sum hornistur á Kongaliga Leikhúsinum í Keypmannahavn. Eisini var hann eitt skiftið við í Symfoniorkestrinum í Tel Aviv í Ísrael – og síðani kom Kári, sum vit kenna frá Kringvarpinum, har hann tekst við nógv ymiskt.
Børnini hava øll verið fjølgávað, men kanska serliga er tað tónleika-ættarbregðið, vit kenna tey fyri.
Tað sigst um Alex, og haldi eg ikki, hann fjalir yvir tað, at hann hevur ongantíð í síni arbeiðstíð og væl meir enn tað, drukkið morgundrekka uttan hvíta skjúrtu og slips!
Hetta sigur eisini nakað um lutin, Katrin hevur staðið fyri í heiminum. Um dygdir hennara at halda tað vakurt og fjálgt, og ikki minst verða um børnini og mannin. Hetta gjørdi hon eisini av handahógvi, sáttliga, róðliga og góðsliga.
Alex
Alex gjørdist lærari í august 1952. Í 36 ár, frá 1961 - 1997 varð hann settur sum skúlastjóri, settur av kongi. Tá hann byrjaði, var hann yngsti skúlastjóri í kongaríkinum.
Frá 1990 - 1997 stóð hann fyri eftirútbúgvingarskipanini fyri fólkaskúlalærarar. Hevur verið á fleiri eftirútbúgvingarskeiðum á DLH, eins og á Fróðskaparsetri Føroya.
Í samfull 28 ár, frá 1965 - 1993 var Alex limur í lesiætlanarnevndini. Eisini við í ráðleggingarnevndini fyri fólkaskúlan og verið partur av lógar- og innihaldssmíði til fólkaskúlan. Verið við til at gera uppgávur til Sjómansskúlan og Maskinskúlan, eins og verið prógvdómari har.
Men tónleikalívið man tað, Alex er eina mest kendur fyri. Hann hevur fingið holla sangundirvísing, violinundirvísing, spælir klaver og ikki minst horn, sum hann regluliga hevur spælt síðani 1952, tá ið hann kom uppí Klaksvíkar Hornorkestur, tó at tað varð stovnað í 1950.
Hann gavst í fjør at spæla við Klaksvíkar Hornorkestri, 94 ára gamal – So sigast kann at Alex hevur verið ein av hollu stuðlunum hjá Klaksvíkar Hornorkestri í samfull 74 ár, sum hann eisini hevur stjórnað.
Alex var fleiri ár virkin í Klaksvíkar Sangfelag og ein av stovnarunum av Klaksvíkar Musikkskúla í 1977 – Hann var eisini við til at stovna Føroya Synfoniorkestur í 1984. Síðani hevur hann verið nevndarlimur har og íðin violinspælari i orkestrinum.
Tað er so nógv ymiskt, sum kundi verið tikið fram um býarmyndina, Alex Sólstein. Frá 1959 - 1984 gav hann út og ritstjórnaði, "Hugnalig Jól" og var virkin í øðrum bløðum og tíðarritum s.s. Norðlýsinum, Følv, ikki minst "Rukkulakkulannanum" - mentanarberin á Norðoyastevnuni í mong ár o.fl.
Frásøgumanni við øllum sínum málsligu kunnleikum skal tí leita leingi eftir. Tað serligi kynstrið at siga frá um kirkjuna, og allar søgurnar um hana, eisini byggilistaliga, eru altíð hugtakandi, hóast tú hevur hoyrt tær fyrr. Fyri ikki at tala um altartalvuna og Dorotheu. So mikið meira hugtakandi hjá mongu fremmandu gestunum, hann hevur rúnarbundið við sínum frássagnum – eisini Hennara Hátign Drotningina.
Minnist einaferð, vit vóru saman við fólki hjá bretska hervaldinum, sum vitjaðu gravirnar í kirkjugarðinum á Ziskatrøð. Teir vildu síggja gravirnar har bretsku hermenninir frá seinna heimsbargdaga lógu. Alex greiddi ræðið frá á “Góðum, gomlum bretskum máli”.
Tá sigur tann eini bretin við meg: “I didn't know that language existed anymore”. Hetta segði hann sanniliga við virðing, tí hann var hugtikin av málkunnleikanum hjá Alex og teimum mongu søgunum, hann kundi siga frá.
Í 2005 fekk Alex Sólstein riddarakrossin av Dannebrog frá Hennara Hátign Drotningini.
Katrin
Tá ið yngsti sonurin, Kári kom fram móti 7. flokki, miðskeiðis í 1980-unum, helt Katrin, at nú kundi hon hugsað sær at sloppið at roynt okkurt uttan fyri heimið. Tey eldru børnini vóru um at verða flogin, og vóru stundirnar betri at royna okkurt vinnuligt arbeiði.
Tað kom so fyri, at eitt skrivstovupláss var tøkt á deildini í Klaksvík hjá Tryggingarsambandi Føroya, sum samtakið tá kallaðist.
Hetta var spennandi arbeiði við nógvum avbjóðingum. Katrin tók eisini hópin av skeiðum innan tryggingarvirksemi og gingu ikki nógv ár, til hon gjørdist leiðari á deidini.
Katrin var dugnalig og nærløgd, setti seg væl inn í tingini og var greið og sannførd í sínum avgerðum. Hon gjørdi ikki nógv háva burtur úr sær og var nógv avhildin av starvsfólkunum - eisini fyri hennara gløgga og sáttliga lyndi.
Tá ið Kaj Dam gjørdist leiðari á tryggingardeildini í Klaksvík í desember 2002, var skipað fyri móttøku, har Katrin tá eisini takkaði fyri seg.
Katrin og Alex síggjast nógv í býarlívinum - til handils, ofta á matstovunum í býnum, koyra biltúrar og fylgja væl við. Men er talan um mentanarlig tiltøk við sangi, spæli ella leiki, so eru tey har. Hava longu sítt fasta pláss í Varpinum.
Sum sagt eru Katrin og Alex nógv at síggja í býarlívinum, og hava tey dugað væl at fara um hvønn annan við einum innihaldsríkum gerandisdegi. Tað er altíð nógv á skrá hvønn dag, hóast høgan aldur.
1. oktober 2025 kann Alex Sólstein hátíðarhalda sín 95 ára føðingardag.
Góðu Katrin og Alex, tykkum verður ynskt hjartaliga til lukku og signing á tykkara stóra degi!
Takk fyri mangar hugnaligar løtur!
Dávur