
Skal ES nú steingja føroyskar havnir?
Rættilig øsing hevur tikið seg upp í Kringvarpinum, hjá nøkrum limum í Uttanlandsnevndini og hjá øðrum føroyska fólkatingsliminum um, at Føroyar yvirhalda fiskiveiðiavtaluna við Russland. Víst verður til, hvat ES ger og ikki ger. Men onki verður gjørt burturúr, hvat ES hevur gjørt móti okkum ella átti at gjørt
Væl eru vit allierað við ES-londini, tí at vit, eins og tey, eru limir í NATO. Men tey bæði tingini eiga ikki at blandast saman. NATO er okkara vinur. ES er í fleiri førum okkara kappingarneyti, og í summum førum enntá okkara mótstandari.
Tá ið tað kemur til havnarstongslar, so hevði tað, at vit eru sameind í øðrum høpi, ongan týdning fyri ES í 2013. Eftir áheitan frá Skotlandi tók ES og stongdi allar sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum, enntá tær donsku. Hartil blivu føroysk sild og føroyskur makrelur bannaðar vørur í kølidiskum í ES. Tá høvdu hvørki ríkisfelagsskapur ella NATO-limaskapur nakað at siga fyri ES. Okkara áhugamál vóru mótstríðandi við teirra.
Tá var tað, at Russland tók ímóti útihýstu Føroyum, og tað samstarvið bar okkum ígjøgnum silda- og makrelstríðið. Effektin av boykottinum bleiv tí als ikki tann, sum ES ynskti, nevniliga at tvinga Føroyar niður í knæ búskaparliga. Og árið eftir bleiv boykottið so avtikið, tí tað var virkningsleyst.
Føroyar og ES hava sostatt alt annað enn samanfallandi áhugamál, tá tað kemur til havnarstongslar og fiskiveiðiavtalur, og tí er tað ikki gjøgnumskygt, hví vit skuldu fylgt ES í teirra stongslum. Vit hava í ein mansaldur bankað uppá dyrnar hjá ES og biðið um frægari marknaðaratgongd, men dyrnar eru stongdar. Eisini tá ið tað er ført fram, t.d. av Danmark, at tað hevði gjørt okkum minni heft at Russlandi.
Hóast ongin føroyskur politikari fæst at viðganga tað, so er støðan tann, at ES ikki ynskir at geva Føroyum betri marknaðaratgongd. Og tann støðan er løst føst.
Tí munnu øll skilja, at tað ikki kann vera automatikkur ímillum, hvat ES ger, og hvat Føroyar gera. Áhugamálini eru ikki tey somu og hava í minst tveimum førum verið púra mótstríðandi, sum omanfyri nevnt.
ES er eitt politiskt og búskaparligt millumtjóðasamstarv, sum vit ikki eru limir í. Tað millumtjóðasamstarvið hevur onnur búskaparlig áhugamál enn vit, fyrst og fremst á fiskivinnuøkinum. Og á fiskivinnuøkinum hava vit altso eina galdandi fiskiveiðiavtalu við Russland, sum má yvirhaldast. ES hevur ikki hana at hugsa um.
Skulu vit stongja okkara havnir av trygdarávum ella hernaðarávum, so má initiativið til tað annaðhvørt takast her í Føroyum, ella av NATO, sum vit eru limir í. Og so leingi NATO ikki hevur biðið um nakran havnarstongsul, er tað upp til okkum sjálvi, hvat vit gera. Tað er teimum, vit fylgja í trygdarpolitiskum og verjuviðurskiftum. Tað er týdningarmikið ikki at blanda ES- og NATO- felagsskapirnar saman.
ES vísir seg at hava munandi lættari við at boykotta Føroyar enn við at geva okkum betri marknaðaratgongd. Og ES kann boykotta okkum aftur. Seinast bjargaði samstarvið við Russland Føroyum. Men fara vit at útihýsa russiskum skipum, sum lættliga kann vera brot á fiskiveiðiavtaluna við Russland, so kann Russland seta hana úr gildi. Tað verður ikki bara sum at siga tað at fáa eina nýggja í lag, um vit hava brotið ta núverandi.
Í versta føri kunnu vit standa uttan fiskiveiðiavtalu við Russland, og tá fer næsta ES-boykottið av okkum veruliga at svíða.