Sjálvt Hitler megnaði ikki at týna Fudbalski klub Radnički 1923
Eitt sindur um mótstøðuliðið hjá KÍ hóskvøldið
Hvørt ár skulu serbisku skúlabørnini í framhaldsdeildini lesa yrkingina hjá Desanka Maksimović, “Blóðuga ævintýrið”, sum er skrivað til minnis um tey børnini, ið lótu lív undir Fólkadrápinum í Kragujevac tann 21. oktobur 1941. Henda dagin vórðu okkurt um 2.800 mannfólk, harímillum 144 lesandi, lærarar og arbeiðsmenn, tiknir úr skúlum, verksmiðjum og tilvildarliga handtiknir úti á gøtuni. Síðani vórðu teir førdir út í Šumarice skógin, har teir vórðu stillaðir í røðir á millum 50 og 120. Harnæst vórðu teir avrættaðir av týskum hermonnum og jarðaðir í hópgrøvum.
Fudbalski klub Radnički 1923 misti fleiri leikarar, venjarar og stuðlar undir fólkadrápinum. Tískil tvíheldur felagið um siðaarvin at varðveita minnið um offrini.
Orsøkin til stóru týningina var, at serbiskir frælsisstríðsmenn høvdu dripið 10 nazistiskar hermenn og sært aðrar 16. Adolf Hitler gav boð um, at 100 gíslar skuldu lata lív fyri hvønn dripnan hermann og 50 gíslar skuldu lata lív fyri hvønn særdan hermann. Harðrenda framferðin skuldi basa mótstøðuni í Eystureuropa. Skjótt varnaðist sjálvt Hitler, at harðrendu atsóknirnar høvdu øvugta ávirkan og tí linkaði hann trýstið so líðandi.
Fudbalski Klub Radnički 1923 ella Radnički Kragujevac, sum felagið verður kallað á mannamunni, varð stovnað í septembur 1923 undir navninum Mladi Radnik (ungir arbeiðsmenn). Fyrsti formaður felagsins gjørdist Aleksandar Ratković.
Núverandi navnið Radnički fekk felagið tann 17. septembur 1929 fyri at tekkjast arbeiðarastættini.
Undan fyrra heimsbardaga fekk felagið fína vitjan av Olympique de Marseille, Ferencvárosi (sum KÍ møtti í 2023), Honvéd Budapest og Rapid Wien, men bert eina ferð megnaði felagið at vinna sær rættin til at spæla í bestu jugoslavisku deildini: Kappingarárið 1935-36. Størsti kappingarneytin hetta tíðarskeiðið var FK Šumadija 1903.
Eftir kríggið, í 1946, spældi Radnički Kragujevac frásáldingardyst ímóti Crvena zvezda (Reyðu Stjørnu) fyri at sleppa uppí bestu jugoslavisku deildina og tá ásannaði felagið, at leikvøllurin tók alt ov fáar áskoðarar. Ellivu ár seinni stóð Crvene zvezde leikvøllurin klárur at taka í nýtslu. Fyrsta mótstøðuliðið tann 6. juni 1957 var FK Partizan og dysturin endaði 2-2.
Í 1969 flutti felagið endiliga upp aftur í bestu jugoslavisku deildina eftir fásáldingardystir ímóti Sutjeska Nikšić (sum KÍ møtti í 2022) og FK Crvenka. Serliga lemjandi 4-1 sigurin á útivølli ímóti FK Partizan fekk eitt rungandi afturljóð á jugoslaviska fótbóltspallinum, tí rómurin frá fjepparunum henda dagin gav teimum eyknevnið Crveni Đavoli (Reyðu Devlarnir), tí fjølmiðlarnir samanlíknaðu gangin við rómin á Old Trafford (heimavøllurin hjá Manchester United). Brasilska liðið Santos FC við Pelé á odda var til dystin og teir vóru so bergtiknir, at teir í staðin fyri at spæla venjingardyst ímóti FK Partizan koyrdu til Kragujevac. Framsýningardysturin endaði 4-4. Radnički endaði nr. 15 í landskappingini og megnaði at varðveita plássið í bestu deildini við einum 1-0 sigri á FK Vojvodina seinasta leikdegi.
Felagið spældi í bestu deildini fram til 1976, men flutti síðani niður. Í 1987 flutti liðið uppaftur og spældi í bestu deildini fram til 1992.
Í 1997 var felagið aftur í fremstu røð fram til 2002. Í 2010 broytti felagið eitt stutt skifti navn til FK Šumadija Radnički 1923, tá tað legði saman við gamla arvafíggindan, FK Šumadija 1903. Skjótt broyttist navnið aftur til FK Radnički 1923, men 2011 gjørdist eitt frambrot í søgu felagsins, tí felagið flutti upp í bestu serbisku deildina, har tað hevur hoyrt til síðani.
Einastu royndirnar, sum FK Radnički 1923 hevur í europeiskum høpi, eru dystirnir ímóti montenegriska liðnum FK Mornar Bar. FK Radnički 1923 vann 1-0 á heimavølli, men tapti 1-2 á útivølli og FK Mornar Bar vann brotssparkskappingina.
Eftir fólkadrápið í 1941 varð býurin umgjørdur til Šumarice Minningarlund og beint við leikvøllin liggur Savnið um fólkadráp í Kragujevac til minnis um, at í serbiska fólkinum býr mátt og megi.