Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politiið ger venjingar við Tjarnir í dag

SKRIVAÐ: politi.fo  |  22.07.2025 - 10:25 Tíðindi

Um fólk síggja vápnaðar politistar uppi við Tjarnir í dag er bert talan um venjingar. Venjingarnar byrja um middagsleitið og halda væntandi fram tað mesta av degnum

 

Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá Føroya Politi til Conference League-dystin millum HB og Brøndby, sum verður á Tórsvølli hóskvøldið 24. juli 2025. 

Nógvar fyrireikingar til Conference League-dystin

Hóast Føroya Politi sjálvsagt vónar, at dysturin verður avgreiddur í einum góðum ítróttarligum anda, er politiið væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin.

Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.

Av taktiskum orsøkum ber ikki til at greiða nærri frá, júst hvussu trygdin verður skipað í mun til Conference League-dystin, og tískil kann heldur ikki væntast, at Føroya Politi svarar fleiri spurningum hesum viðvíkjandi.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Paranoid og ein punkterað Puch Maxi
Katrin og Alex Sólstein krúndiamantbrúðl…
Søgan um Merle Haggard (8:9)
Nýggir dímunardropar á handilshillunum
Samson M/­s norðuri við Jan Mayen eftir n…
KÍ-hópurin er komin til Serbia
Skal ES nú steingja føroyskar havnir?
Sjálvt Hitler megnaði ikki at týna Fudba…
85 ára Føðingardagur
Politiið ger venjingar við Tjarnir í dag
Gamli Pison farin seinasta túrin
Sansa upplivingar í náttúruni
Eykaaðalfundur í Norðoya Bátafelag
Ráðstevnan ’Vitan til varandi aling - VT…
Góði limur í Áhugafelag­num Spinnaríið
EGS-skuld mett at vera 30% av BTÚ í 2025
Treysti fýra luttakarar á Oyggja­leikunum
Føroyar vertur fyri altjóða IASST fundi…
Veðrið í vikuni
Hjalmar fekk ikki navnabrettið á Barssko…