Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finleif Mortensen

Veðrið í jólavikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.12.2024 - 22:19 Tíðindi Veðrið

Byrjandi við tí, sum øll ynskja sær, og tað sum tey flestu bert hava upplivað fáar ferðir. Verða jólini hvít í ár? – nei!

Luftin, sum rekur ímóti Føroyum næstu dagarnar, er alt og lýggj. Fer niður í 4 stig, tá ið tað er kaldast, og so upp í 9 ella 10 stig, tá ið tað er heitast. Tað gevur ongan kava til hvít jól.

Fari ikki at troytta nakran hesaferð við há- ella lágtrýstum, hvussu tey ganga o.s.fr., og hví alt er,  sum tað er. Tað verður eina aðru ferð. Ístaðin taka vit veðrið teir næstu dagarnar.

Veðrið í jólavikuni – dag fyri dag:

Mánadagin - tollaksmessudag:

Um náttina skýggjað og turt og eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, av útnyrðingi, men hann gongur spakuliga niðureftir, og tá ið fólk fara til arbeiðis (tey, sum ikki hava fingið jólafrí) er hann komin niður í sunnan. So fer vindurin at veksa eitt sindur – á middegi eru 8 til 13 m/s – og sum frálíður samdrigið og regn. Út á seinnapartin veksur vindur eitt sindur afturat, upp í 10 til 15 m/s, í støðum 18 m/s. Allan seinnapartin samdrigið og regn. Hann støkkur ikki vesturum fyrr enn um nátturðatíð – t.e. um 18-19 tíðina. Eftir at hann er stokkin í útsynning, minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s, loftið verður eitt sindur klárari, og tað slítur í. Okkurt ælið hongur eftir í støðum. Soleiðis fer veðrið at vera alt kvøldið og náttina við – til tað lýsur fyri degi jólaaftan. Hitin Tollaksmessudag 4 til 10 stig.

Týsdagin – jólaaftan:

Um morgunin fer hann at liggja um útsynning, vindferðin millum 3 og 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Sum líður til middags lækkar hann niður í sunnan, og seinnapartin fer vindurin sum frálíður at veksa upp í 13 til 18 m/s av útsynningi, skýggjað og ælaveður. Um kvøldið minni vindur, 5 til 10 m/s. Hitin jólaaftan 6 til 10 stig.

Mikudagin – jóladag:

Hann fer at liggja millum vestan og útsynning allan dagin, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin jóladag 5 til 9 stig.

Hósdagin – annan jóladag:

Hann fer aftur at liggja millum vestan og útsynning, eitt sindur meira vindur enn jóladag, 10 til 15 m/s. Skýloftið skiftandi og okkurt ælið kann væntast. Hitin annan jóladag 4 til 9 stig.

Fríggjadagin:

So at siga sama veður sum dagin fyri, 10 til 15 m/s millum vestan og útsynning, við skiftandi skýlofti og onkrum æli. Um kvøldið samdrigið og samregn. Hitin triðja jóladag millum 3 og 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…