Útsettu dystirnir telvaðir
Fleiri dystir í landskappingini í talvi komu upp í røkur av illveðrinum, sum var vikuskiftið 23.-24 november, tá fjórða umfar í liðkappingini var á skránni.
Nú hevur eydnast at avgreiða allar útsettu dystirnar í øllum deildunum.
Her eru úrslitini í fjórða umfari og støðan í øllum deildum, nú jólasteðgur er í telvingini.
1 deild (4 umfar)
Sandavágur - Klaksvík B. 3½ - ½
Klaksvík - Havnin 1 - 3
Kollafjørður - Havnin B. 1 - 3
Støðan 1 deild
Havnin 13½ stig
Sandavágur 12½
Klaksvík 8½
Havnin B. 5
Klaksvík B. 5
Kollafjørður 3½
Havnin og Sandavágur
Kappingin í fremstu deildini stendur sum vant millum havnarmenn og vágamenn. Ikki færri enn tíggju telvarar hava verið um tey fýra borðini í teimum fýra dystunum hjá Havnar Telvingarfelag higartil. Sandavágsmenn hava afturímóti bara verið fimm í alt.
Úrtøkan hjá einstøku telvarunum á fremstu trimum liðunum er henda:
Havnin
Helgi Dam Ziska 2/2
Luitjen Akselsson Apol 2/2
Martin Poulsen 1/1
Carl Eli Samuelsen 2/2
Olaf Berg ½/1
Sjúrður Thorsteinsson 1½/2
Hjalti Toftum Jógvansson 2/2
Herluf Hansen 1½/2
Elias Petersen ½/1
Heiðrikur Jacobsen ½/1
Sandavágur
Rógvi Egilstoft ½/1
Høgni Egilstoft Nielsen 4/4
Silas Eyðsteinsson 2/4
Jón í Horni Nielsen 4/4
Torkil Nielsen 2/3
Klaksvík
Ólavur Simonsen 2/4
Eyðun Nolsøe 0/1
Rani Baldursson 2/3
Heðin Gregersen 3/4
Terji Petersen 1½/4
Javnt í 2 deild
Kappingin í 2 deild er jøvn og spennandi. Bara trý stig eru á muni millum fremsta og aftasta lið. Kappingin um uppflyting tykist standa millum Sandavág og Toftir.
2 deild (4 umfar)
Sandavágur - Havnin B. 2½ - 1½
Toftir - Klaksvík 2½ - 1½
Havnin - Kongshavn 2½ - 1½
Støðan 2 deild
Sandavágur 9½ stig
Toftir 8½
Klaksvík 8½
Havnin B. 8
Havnin A. 7
Kongshavn 6½
Sundalagsmenn og vestmenningar
Kappingin um uppflyting í næstbestu deildina er fyrst og fremst millum sundalagsmenn í Róki og vestmenningar. Sundalagsmenn hava munin, sum er.
3 deild (4 umfar)
Kollafjørður - Havnin 2½ - 1½
Sandavágur - Vestmanna 1 - 3
Gøta - Rókur 1½ - 2½
Støðan 3 deild
Rókur 12½ stig
Vestmanna 10½
Gøta 8½
Kollafjørður 7½
Havnin 5½
Sandavágur 3½
Nógv lið
Meðan seks lið eru í 1.- 2.- og 3 deild, so eru liðini í 4 deild tíggju í alt. Her eru fýra umfør telvað higartil.
4 deild (3 umfar)
Gøta - Sandavágur B. 1½ - 2½
Toftir - Sandavágur 2½ - 1½
Havnin - Rókur 2 - 2
Strendur - Klaksvík 0 - 4
Strendur B. - Suðuroy 2 - 2
Støðan 4 deild
Klaksvík 10½ stig
Sandavágur B. 7½
Suðuroy 7
Rókur 6½
Sandavágur A. 6
Strendur 6
Gøta 5½
Toftir 5
Havnin 3
Strendur B. 3
Toppdystur eftir nýggjár
Telvað verður aftur 12 januar 2025. Tá koma dystirnir í fimta umfari fyri. Kappingin er tá hálvrunnin. Í hesum fimta umfarinum bresta oddaliðini í 1 deild saman í fyrra sínamillum dystinum. Tá verður telvað soleiðis:
1 deild (5 umfar, 12 januar)
Havnin A. - Sandavágur A.
Havnin B. - Klaksvík A.
Klaksvík B. - Kollafjørður
2 deild (5 umfar, 12 januar)
Kongshavn - Sandavágur
Klaksvík - Havnin
Havnin B. - Toftir
3 deild (5 umfar, 12 januar)
Rókur - Kollafjørður
Vestmanna - Gøta
Havnin - Sandavágur
4 deild (4 umfar, 12 januar)
Sandavágur B. - Suðuroy
Klaksvík - Strendur B.
Rókur - Strendur
Sandavágur - Havnin
Gøta - Toftir